Rógvi er jólagávan hjá AB

Argjamaðurin skal røkja tríggjar leiklutir í felagnum

AB boðar í kvøld frá, at avtala er í dag gjørd við Rógva Poulsen um at hann skal vera høvuðsungdómsvenjari og fysiskur venjari hjá AB komandi kappingarár, og somuleiðis er eisini gjørdur sáttmála við Rógva um, at hann skal spæla við Betra liðnum hjá AB.

 

- Eg havi altíð búð á Argjum, og hjá AB er har eg helst vil vera venjari. Eg síggi stórar møguleikar í at menna leikararnar hjá AB, serliga í ungdómsdeildunum. Hátturin at menna felagið er ígjøgnum ungdómin, sigur Rógvi Poulsen, sum er undir útbúgving innan ítrótt.

 

Rógvi Poulsen er 29 ára gamal og argjamaður. Hann spældi síni ungdómsár við AB, men fór síðani sum 19 ára gamal til HB, har hann spældi í fimm ár. Eftir hetta kom hann aftur til AB, men hevur so eisini spælt við øðrum feløgum nøkur skifti.

 

Hann hevur sum yngri spælt við øllum U-landsliðunum og hevur spælt 4 A-landsliðsdystir eisini. Rógvi hevur útbúgving innan ítrótt frá universitetinum í Keypmannahavn, og er nú farin undir serritgerðina, sum er seinasti partur av kandidatútbúgvingini.

 

- Vit hjá AB fegnast um, at Rógvi hevur tikið við ungdómsvenjarastarvinum, og at hann aftur verður leikari á besta liðnum. Vit síggja fram til eitt gott og mennandi samstarv”, sigur Doris Rasmussen, forkvinna hjá AB.

 

AB.fo skrivar:

Rógvi leggur afturat, at hann hevur altíð havt eitt framtiðar ynski um at vera venjari. Av tí at hann sjálvur hevur spælt fótbólt og havt arbeiði og verið undir útbúgving afturat, so hevur ikki borið til at verið venjari eisini.

 

Nú er Rógvi komin har til, at stundir eru til at vera venjari eisini, tí tað sampakkar væl við, at hann komandi tíðina skrivar endaligu serritgerðina í samband við kandidatútbúgving hansara innan ítrótt.