Rógvi hevur fjepparar á netinum

Í Italia var tað rættuliga stórt, at ein føroyskur timburmaður í tveimum førum kundi skora ímóti italsku heimsmeistarunum ífjør, og haraftrat tvey sera vøkur mál. Italiumaðurin, Mario Castelli gjørdist so hugtikin av hesum, at hann stovnaði ein fanclub/fjepparafelag, sum nevnist ”Rógvi Jacobsen Italian Fan Club”. Tó er onkur svenskari og føroyingur eisini limur í felagnum. Tað ber til at finna italska fjepparafelagið hjá Rógva Jacobsen á www.facebook.com, og so leita undir ”Rógvi Jacobsen”. Tey, sum eru skrásett í Facebook-skipanina hava har møguleika til at gerast limir í fjepparafelagnum. Á síðuni hjá fjepparafelagnum eru nakrar góðar myndir av Rógva. Tó er alt fjepparasamskiftið á italskum, so har fáa tey fægstu her á landi verið við.