Rógvi ikki við til FM

Rógvi Johansen fekk aftur um vikuskiftið góð úrslit í Danmark, men harmast samstundis um, at hann ikki fær verið við til FM kappingina í heyst

Hetta vikuskifti var súkklukapping á Fyn, har koyrdir vórðu 172 km. býtt á 4 stórar og 4 smáðar umgangir.

Rógvi var saman við einum 4-5 ørðum súkklarum farin avstað, men høvuðsfeltið megnaði kortini at fáa fatur aftur á teimu. Tað eydnaðist tó føroyska súkklaranum at stinga av enn einaferð, og seinni komu so 13 aðrir súkklarar upp til hann.

Sum kappingin leið eydnaðist tað teimum at økja um leiðsluna, men tá góðir 50 km vóru eftir á mál, varð leiðslan aftur minkað niður í eini 50 sekund.

Teir fingu tó aftur sett nakað meira av ferð á, og hóast tað kostaði nógva orku, fekst leiðslan aftur upp á 2 minuttir, greiðir Rógvi frá.


Kostaði

Nakrir av teimum súkklarum, sum høvdu verið við í útbrotinum, høvdu ikki tikið tær føringar, sum teir áttu at taka, men høvdu heldur spart seg til endaspurtin, og hetta merktist eisini, tá málið av álvara nærkaðist.

Tað eydnaðist fýra av hesum at sleppa leysir av restini, og kom Rógvi sostatt á mál í einum tíggju mans bólki. Sjálvur spurturin hevur ongantíð verið sterka síðan hjá Rógva, men tað eydnaðist honum so at halda nakra av súkklarunum aftan fyri seg, soleiðis at hann kom í mál sum nr. 10. Eitt úrslit, sum Rógvi hóast alt var nøgdur um, og sum aftur gav honum stig í besta danska bólkinum.

Komandi vikuskiftið skal Rógvi luttaka í tveimum kappingum. Leygardagin verður kappast í Skive, og sunndagin verður stóra kappingin, Fyn Rundt.


Ikki til FM

Annars harmast Rógvi um, at tað ikki er gjørligt hjá honum at luttaka í FM kappingini í ár. Hann vísir á, at tá kappingarnar liggja í august og september, hevur hann ikki møguleika at koma heim, og sum verandi meistari á bæði 30 og 100 km teinunum, er hann keddur um, at hann ikki fær verið við.

Hann vísir á, at alla aðra staðni verða heimligu meistarakappingarnar hildnar í juni, soleiðis at eisini teir súkklarar, sum eru staddir uttanlands, hava møguleika at vera við, men at soleiðis verður so ikki við FM kappingini í ár.

Hetta má metast at vera sera óheppið fyri kappingina, tí einki er at taka seg aftur í, at kappingin missir nakað av virði, tá fremsti súkklari okkara ikki er við. Eisini átti hetta at verið eggjandi hjá ungu súkklarunum, sum allir hava nakað at læra frá Rógva.

Ósvaraði spurningurin verður so eftir FM, um føroyameistarin eisini er Føroya besti súkklari.

Sum nevnt, so harmast Rógvi um, at hann ikki hevur møguleika at verja heitið, men figgjarliga verður hetta ein ov stórur biti hjá sær, heldur hann. Hann leggur tó afturat, at hansara vón er, at FM kappingin kortini verður ein bæði góð og heiðurlig kapping.rt gav Djóna gula kortið, eftir at hann hevði runnið hálvan vøll eftir Allani Mørkøre, sum hevði tikið beinini undan Ian Højgaard, uttan at bólturin var nærhendis. Allarhelst átti talan tá at verið um tvey reyð kort.

Sum um totala eyðmýkingin av HB liðnum ikki var nóg mikið, so kundi Christian Høgni at enda seta punktum, tá eitt mótálop endaði við, at hann gjørdist leysur, soleiðis at reina hat-trick hansara varð veruleiki.


Undirhaldandi

Samanumtikið má sigast, at hóast talan ikki var um ein av best leiktu dystunum í ár, so var talan um undirhald á høgum støði.

Hvørki viðhaldsfólk ella leikarar hjá HB mundu vita, um tey skuldu flenna ella gráta, meðan risamøguleikarnir vórðu burturspiltir. NSÍ viðhaldsfólkini mundu hinvegin vera í góðum lag, og hóast alt eiga leikararnir hja NSÍ eisini rós uppiborið fyri sín leiklut.

Alir sum ein stríddust teir fyri felags søk síni, men tað vóru serliga tríggir leikarar, sum tosað varð um eftir dystin.

Christian Høgni Jacobsen fekk trý mál úr trimum møguleikum, harav málið til 4-2 var ein sonn perla. Rúni Joensen kom sjálvsagt eisini í fokus, orsakað av væntandi HB málunum, og so skal superveteranurin, Abraham Løkin, eisini nevnast. Tá hann fyrstu ferð royndi seg í fremsu fótbóltsdeildini, vóru fleiri av liðfeløgum hansara ikki føddir, men hetta sær ikki út til at gera mun. Fótbóltsheilan hevur hann enn sum fáur, men tað, sum er mest hugtakandi, er hvussu nógvar bóltar hann framvegis megnar at fáa fatur á. Heldur hann fram á sama hátt, er eingin forðing fyri, at hann eisini komandi árini tekur okkurt tørn fyri NSÍ.

Hjá vertunum mundi Hans á Lag vera einasti leikari, sum spældi sum ein komandi føroyameistari, meðan liðfelagar hansara mugu taka í egnan barm, um teir framhaldandi ætla sær at vera partur av FM-stríðnum.


HB-NSÍ 2-5 (1-2)

1-0: Pætur Dahl 5.

1-1: Dánjal Hansen 30.

1-2: Sjúrður Jacobsen 44.

2-2: Bárður Mortansson 51.

2-3: Christian Høgni Jacobsen 53.

2-4: Christian Høgni Jacobsen 56.

2-5: Christian Høgni Jacobsen 90.


HB:

Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Florin Miháescu, Hans á Lag, Janus Joensen ? Gigi, Rúni Nolsøe, Símun Eliasen, Pætur Dahl ? Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum


NSÍ:

Rúni Joensen ? Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Ian Højgaard, Abraham Løkin, Jónstein Petersen ? Dánjal Hansen, Christian Høgni Jacobsen