Tað hevur verið arbeitt stillisliga við málinum, men nú er tað púra greitt: Rógvi Jacobsen flytir alt fyri eitt úr Hødd úr næstbestu norsku deildini og til barndómsfelagið KÍ.
- Vit hava leitað eftir einum álopsspælara, men vit hava ikki viljað bundið okkum, uttan at vit vóru heilt vísir í, at talan fór at verða um ordiligan styrk. Tá ið møguleikin at fáa Rógva aftur hendan vegin kom upp, vóru vit ikki í iva, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.
Rógvi Jacobsen hevði sáttmála við IL Hødd, sum var galdandi fyri hetta og komandi kappingarár. Tað verður tó ikki av nøkrum, nú landsliðsleikarin skal hjálpa barndómsfelagnum.
Prísurin fyri Rógva Jacobsen er ikki upplýstur.