Hetta hendi eftir, at B36 hevði lagt seg á odda eftir góðum hálvum tíma við máli frá Hjalgrím Elttør.
B36 sat eisini á tí mesta í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin kom ÍF betur við og tað eydnaðist so eisini at skora í móti oddaliðnum í Vodafonedeildini.
Eftir útjavnandi málið høvdu bæði liðini møguleika at skora, men tey fingu so ikki meira enn eitt mál og eitt stig í part. Hetta merkir, at fuglfirðingar yvirhála EB/Streym á stigatalvuni, meðan B36 verður innheintað av HB, sum teir nú býta oddasessin við við 11 stigum hvør.
B36 ? ÍF 1-1 (1-0)
1-0: Hjalgrím Elttør, 32.
1-1: Rógvi Jacobsen, 68.
B36: Meinhardt Joensen ? Símun Joensen, Klæmint Matras, Fróði Clementsen, Jóhan Ellingsgaard ? Róaldur Jacobsen, Bárður Olsen (Heini í Skorini, 80.), Magnus Olsen (Oddmar Færø, 70.) ? Hjalgrím Elttør, Jákup á Borg, Christian Mouritsen (Poul Arni Jacobsen, 90.).
ÍF: Jákup Mikkelsen ? Áki Petersen, Poul Ennigarð, Kaj Ennigarð, Jan Ellingsgaard ? Andy Olsen, Alexander Jovevic (Frank Poulsen, 62.), Fritleif í Lambanum, Nenad Saric ? Dánjal á Lakjuni (Øssur Dalbúð, 55.), Rógvi Jacobsen.
Dómari: Ransin Djurhuus.