Rógvi nýtt felag

Súkkling: Fyri stuttum varð kunngjørt, at nýggj leiðsla er komin til í súkklufelagnum hjá Rógva Johansen, og hevur felagið í hesum sambandi skift navn

Seinastu tíðina hevur verið ivasamt, hvussu framtíðin í danska súkklufelagið hjá Rógva Johansen, Cycling Aarhus, fór at verða.

Tað var nevnliga soleiðis at Chicky World gjørdi av at taka seg burtur úr súkklufelagnum, sum sostatt stóð uttan nakran høvuðsstuðul.


Nýtt navn

Felagið hevur nú fingið nýggja leiðslu, og tað hevur eisini eydnast hesum, at finna nýggjar stuðlar, og hetta er hevur nú eydnast, soleiðis, at framtíð felagsins er tryggjað í hvussu so er 2 ár fram í tíðina. Enn vita vit ikki navnið á nýggja høvuðsstuðlinum, men hesin verður avdúkaður 10. januar í komandi ári.

Navnið á felagnum er nú broytt og felagið eitur nú »Cycling Aarhus elité«, og eru 6 súkklarar á liðnum, sum allir eru í A-bólkinum.

Við tað at Chicky World ikki longur er høvuðsstuðul, skal felagið sjálvsagt eisini til at finna sær nýggjan klædnasponsor, og nýggja leiðslan hevur boðað frá, at hetta væntandi kemur upp á pláss í nærmastu framtíð.


Stórar kappingar

Cycling Aarhus elité skal í komandi ári luttaka á fleiri av stóru kappingunum, sum verða í Danmark, og av hesum skal felagið sjálvt skipa fyri tveimum teirra, nevnliga »Gadeløb i Hadsten« og einari UCI kapping í Aarhus.

Talan er í báðum førum um sterkar kappingar, har fleiri av frægastu donsku súkklarunum eru staddir.


Væl nøgdur

Annars frætta vit úr Aarhus, at Rógvi Johansen er sera væl nøgdur við skjótt farna árið, sum eisini var hansara fyrsta í A-bólkinum.

Ein part av árinum súkklaði hann í B-bólkinum, men eftir at hann flutti upp í A-bólkin, hevur tað eydnast honum at vinna sær 3 stig, soleiðis at hann nú liggur sum 75 av teimum 104 súkklarunum, sum megnaðu at koyra stig heim.

Til stuttleikar kann nevnast, at bæði Bo Hamburger og Rolf Sørensen fingu 2 stig hvør, so alt í alt er Róvi sera væl nøgdur við avrik sítt í skjott farna ári.

Nøgdsemi hansara man ikki minst standast av, at hann í August mánaði fór undir útbúgving sína, og tískil ikki fekk gjørt so nógv við venjingina í eina tíð.

Nú er hann tó rættuliga komin upp á pláss, og tískil er hann nú rættuliga farin undir venjingina aftur, og hvør veit, um hann ikki megnar at fáa enn fleiri stig i komandi ári.