Rógvi er 31 ára gamal og fuglfirðingur. Fimm tey seinastu árini hevur hann arbeitt sum marknaðarleiðari hjá sølusmiðstøðini SMS í Havn.
Hann byrjar í nýggja starvinum mánadagin 3. oktober, men fyrstu tíðina verður hann eisini knýttur at SMS.
Eftir lokið studentsprógv í 1993 arbeiddi Rógvi sum leiðari hjá Bónus, bæði í Havn og á Glyvrum. Frá 1996-98 var hann sølumaður hjá Havsbrún í Fuglafirði, og frá 1998-2000 var hann leiðari á Statoil-støðini í Gundadali.