Rógvi Jacobsen valdi um vikuskiftið at leita heimaftur til føroyskan fótbólt at spæla, og fram til 2008 skal hann umboða HB í føroysku kappingini. KR, sum Rógvi hevur spælt fyri seinatu tíðina, skal týskvøldið spæla venjingardyst ímóti enska felagnum Millwall, sum er farið á venjingarlegu í Íslandi. Millwall hevur spælt ein dyst ímóti Drátti og tapti 2-0. Týskvøldið royna teir seg ímóti KR, sum nú ikki longur hevur Rógva Jacobsen millum spælararnar.