Rógvi sigraði í steypakappingini

Rógvi Baldvinsson og Vidar vunnu móti Tippeligaliðnum Viking í norsku steypakappingini.

Norska steypakappingin er ein teirra, har tað als ikki er óvanligt, at smærru liðini vinna móti teimum størru tey fyrstu umførini.

Soleiðis skuldi eisini vísa seg í dag. Ikki færri enn fimm lið úr bestu deildini taptu móti liðum úr lægri deildunum. Lillestrøm, Viking, Sogndal, Molde og Start máttu øll lúta móti liðum úr triðbestu norsku deildini, har av eitt fekk føroyska hjálp. Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin, Rógvi Baldvinsson, skifti áðrenn hetta kappingarárið til Vidar úr danska FC Fredericia.

Alt byrjaði sum tað skuldi hjá favorittunum Viking, tá Suleiman Abdullahi skoraði til 1-0, tá góður hálvur tími var farin. Men so vendi dysturin. Vidar smæddist als ikki burtur í dystinum og í øðrum hálvleiki eydnaðist tað teimum at skora tvær ferðir, so at Vidar at enda vann dystin 2-1. Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin, Rógvi Baldvinsson, spældi allan dystin fyri Vidar í miðverjuni.

Undan dystinum hevði norska TV2 eina samrøðu við Rógva Baldvinsson, um hvussu tað var at spæla í triðbestu deildini í Noregi, stutt eftir at man hevði spælt móti Zlatan Ibrahimovic í einum landsdysti.

Í samrøðuni greiðir Rógvi Baldvinsson frá, at hann valdi at fara aftur til Noregs fyri at fáa fasta spælitíð og tó at hann væntar, at støðið kanska er ov lágt til at hann skal fáa møguleikan á landsliðnum aftur, so vónar hann, at felagið klárar at vinna sær uppflyting, og at hann aftur sleppur at lata seg í føroysku landsliðstroyggjuna. Tó so, at vera yrkisfótbóltsspælari hevur ikki longur hansara stóra áhuga.

Í síðsta umfari taptu bæði Brann og Ålesund, so at heili sjey lið úr bestu deildini eru longu sligin út úr norsku steypakappingini.