Rógvi skoraði aftur

KR spældi um vikuskiftið venjingardyst ímóti Drátti, og KR vann dystin 3-1.

Føroyski landsliðsspælarin Rógvi Jacobsen spældi við allan dystin, og hann skoraði seinasta málið í dystinum. Álopsfelagin hjá Rógva, Grétar Ólafur Hjartarson, skoraði hini bæði málini hjá KR. Felagið hjá Rógva hevur nú spælt tveir venjingardystir, teir hava vunnið báðar, og Rógvi hevur gjørt trý mál í hesum báðum dystum. Málið hjá Rógva um vikuskiftið er tað tíggjunda, sum hann hevur gjørt fyri KR.