Rógvi skoraði tvey mál

Rógvi Jacobsen hevði ein góðan dag í venjingardysti ímóti Grindavík um vikuskiftið. KR vann dystin 2-0, og Rógvi skoraði bæði málini. Longu í fjórða minutti lá Rógvi fram við, og stútaði eitt gott innlegg úr vinstru í kassan. Rógvi brúkti aftur høvdið, tá ið 57 minuttir vóru farnir, og tað var um reppið, at hann gjørdi hattrick tríggjar minuttir seinni. Fram móti endanum av dystinum var Rógvi skiftur út, men tá hevði hann loyst sína uppgávu til fulnar.