Rógvi: Tað kundi farið báðar vegir

(Rás2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við liðskiparan hjá EB/Streymi, Rógva Egilstoft Nielsen

EB/Streymur spældi málleysan javnleik ímóti Skála á Eiði í dag.

 

Aftaná dystin fekk frásøgumaðurin hjá Rás2, Hilmar Jan Hansen orðið á Rógva Egilstoft Nielsen, ið er liðskipari hjá EB/Streymi.

 

Rógvi Egilstoft Nielsen heldur, at talan var um ein javnan og kontantan dyst, har bæðini høvdu málmøguleikar.

 

- Dysturin kundi farið báðar vegir, men eg haldi, at vit høvdu fleiri málmøguleikar enn teir, sigur Rógvi Egilstoft Nielsen.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Rógva Egilstoft Nielsen. 

 

 

Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við liðskiparan hjá Skála, Pætur D. Jacobsen hoyrist HER