Rógvi: Vit góvu tvey løtt mál burtur (FM1)

(FM1) Royndi spælarin hjá AB, Rógvi Poulsen heldur, at AB stóð seg leikliga heilt væl móti KÍ, men dýr verjumistøk kostaðu

##med2##

Aftaná 27 minuttirs spæl var AB aftanfyri 0-2 móti KÍ á útivølli, og tað bleiv eisini endaliga úrslitið. Tá bert tríggir minuttir vóru leiktir hevði Jonn Johannesen lagt KÍ á odda 1-0, og áðrenn hálvtíman hevði Boris Dosljak økt til 2-0. 

Royndi spælarin hjá AB, Rógvi Poulsen iðrar seg um, at KÍ fær tvey mál orsaka av, at AB ger nakrar verjubrølarar, og tað er nakað AB má fáa bilbukt við.

Á jaligu síðuni heldur Rógvi Poulsen, at AB stóð seg leikliga væl móti KÍ í kvøld, og er Rógvi bjartskygdur um, at AB í ólavsøkudystinum á Argjum komandi mánakvøld kann fáa úrtøku móti ÍF. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Rógva Poulsen. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá KÍ, Jóannes Bjartalíð. Hoyr eisini Trónd Arge siga frá báðum málunum hjá KÍ.  

(Samrøða: Rógvi Poulsen)