Rógvikapping í Runavík

Leygardagin 8. apríl skipar Kappróðrarfelagið NSÍ á øðrum sinni fyri opnari kapping í innandura rógving.

Kappingin er nevnd Fish Fair Kappingin eftir høvuðsstuðlinum North Atlantic Fish Fair. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka. Tað er ókeypis at luttaka í rógvikappingini.
Kappingin er bæði fyri einstaklingar og bólkar. Einstaklingakappingin er býtt upp í aldursbólkar, meðan stafettróðurin er kapping millum manningar í ymsu bátastøddunum. Tað serstaka við hesi kappingini er, at allir rógvararnir verða vigaðir kappingardagin. Allar tíðir verða síðani faldaðar við "vektjusteringsfaktorinum". Hetta skuldi givið eina javna kapping, við tað at tey løttu og tey tungu í princippinum verða javnsett. Sí annars luttøkutreytirnar.
Allar kappingarnar fara fram á Concept 2 rógvimaskinum, ið líkjast teimum, ið eru at finna í kappróðrarfeløgunum kring landið. Kappingin verður hildin í Ítróttarhøllini í Runavík. Tilmelding fer fram umvegis heimasíðuna www.kappnsi.info innan hóskvøldið 6. apríl kl. 24.00.
Eini 100 fólk tóku lut í kappingini í fjør. Kappróðrarfelagið NSÍ vónar, at luttøkan verður eins góð í ár.