Ein ráðharri og ein vararáðharri doyðu, tá ein tyrla datt niður í Ngong-skóginum nærhendis kenyanska høvuðsstaðnum Nairobi í morgun.
Myndugleikarnir siga, at seks fólk doyðu, og at George Saitoti, innanríkisráðharri (myndin), og Orwa Ojode, varainnanríkisráðharri, vóru teirra millum.
Franska tíðindastovan AFP skrivar frá keldum í kenyansku løgregluni, at eldur kom í tyrluna, men at tað er framvegis ógreitt, hví hon datt niður.