Íslendski fiskimálaráðharrin, Jón Bjarnason, hevur hingið í einum klønum trá teir seinastu dagarnar, og meiri enn eina ferð ljóðaði, at hann fór at fáa sekkin. Nú bendir kortini alt á, at hann heldur fram.
Orsøkin til rokið var, at Jón Bjarnason hevði arbeitt við einum uppskoti um fiskivinnulóggávuna uttan um sínar samstarvsfelagar og uttan at kunna sín egna flokk um tað, sum hann var komin til.
Sjálvur hevur ráðharrin sagt, at hann hevur hildið seg til ta politisku stevnuna hjá flokki sínum, VG, og at tað kann ikki koma óvart á nakran, hvørjar áskoðanir hann hevur.