Ráðharrin og sendiharrin

.

Fyri fjúrtan døgum síðan boðaði formaðurin í javnaðarflokkinum frá, at hann fór í farloyvi úr tinginum. Ivaleyst helt hann tað hava týdning fyri teir, ið eftiri sótu, tá ið hann legði afturat, at hann fór í farloyvi orsakað av politiskum arbeiði sum fólkatingsmaður.

Mánamorgunin kálvaði so útvarpið við stórtíðindum um ørindini hjá fólkatingsmanninum. Vit hoyrdu hann boða frá, at hann á ferð síni hevði verið vera loyalur mótvegis føroyskum áhugamálum, - sum um nakar hevði hugsað annað.

Hann hevði verið í Danmark og greitt danska andstøðuflokkinum SF frá, hvat javnaðarflokkurin helt vera røttu loysnina í sambandi við broytingarnar í ríkisfelagsskapinum, visti hann at siga. Hann segði seg hava skrivað eitt notat um røðu sína um Hvítubók, og segði hetta møguliga dønum eitt sindur meira enn tað lítla, tað segði okkum føroyingum.

Javnaðarflokkurin hevði ikki flutt seg ein tumma síðani viðgerðina í tinginum, segði hann, ið sigur seg leita eftir breiðum semjum, og einhvør loysn saman við javnaðarflokkinum var ein loysn innanfyri ríkisfelagsskapin, var so endurtikna og sementeraða útgangsstøði hjá javnaðarflokkinum.

Øll tey, ið vilja breiða semju við javnaðarflokkin, skulu fylgja hesi armeraðu konstruktiónini hjá teimum. Einki annað kemur upp á tal, siga teir semjusøkjandi.

Hvussu taktiska tevið hevur tað, eru tað helst ymsar meiningar um, men ovfarnir danskir politikarar fingu so kósina stungna út. Teimum stendur í boðið sjálvir at seta karmarnar um tann fagra nýggja ríkisfelagsskapin. Einasta treytin er, at hann skal vera innanfyri danska lóggávu og danska lóggávu umsita teir sjálvir við støði í donsku grundlógini..

Ikki kann sigast annað, enn at jólamenn er tíðliga úti um seg í ár.

Lurta vit síðani eftir makkaranum hjá føroyska fólkatingsmanninum, forsætismálaráðharranum, so segði hesin einaferð í heyst, tá ið trúgvi vinur hansara var har niðri í sneisaørindum: ?I skal vide her på kongressen alle sammen, at vi er i tæt kontakt med hinanden. At vi gør, hvad vi kan hver fra vores position, for at hjælpe hinanden med at finde de fremtidsløsninger på det færøske samfunds forbindelser til det danske, som er så fuldstændig afgørende for os alle sammen_?

Sama loyalitet, sum fólkatingsmaðurin leggur dýran við vera galdandi í samskiftinum við SF, hoyra vit hann einki siga um í samskiftinum við Nyrup. Tvørturímóti, skilja vit Nyrup rætt, so sigur hann, at um tað er nakar sum stendur saman í donskum politikki, so eru tað teir báðir, tann óhefti føroyski fólkatingsmaðurin úr javnaðarflokkinum og danski stjórnarleiðarin.

Samstundis sum arkitekturin aftanfyri føgru framtíð Føroya var niðri staddur í loyalum fólkatingsørindum og segði við SF, at hann var loyalur mótvegis áhugamálum landsstýrisins, sigur Nyrup hann vera loyalan mótvegis sær og sínum áhugamálum.

Vit, ið skilja minni og minni, leita sjálvandi eftir samanhanginum og taktiska snildinum hjá hesum ferðandi diplomatinum úr føroyska javnaðarflokkinum, men hava ilt við at finna nakað skilagott.

Heimafturkomin við skjáttuni fullari av Nyrupskum snildi halda teir báðir, ráðharrin og sendiharrin, at fullvleldismálið skal skákast uttan um uttanlandsnevndina og loysast saman við javnaðarflokkinum einsamøllum.

Ráðini eru jú at sáa split í ta breiðu semjuna, sum er aftanfyri fullveldismálið. Tað tænir jú teirra felags samríkisáhugamálum, sum er at kollrenna fullvledisætlanina, og so liggur vertin á, hvat føroyingar fáa burtur úr framtíð teirra.

Jóannes Eidesgaard rør aftur á fortíð sína sum formaður í uttanlandsnevndini. Nú heldur hann nevndina, sum higartil hevur virkað væl, vera óbrúkiliga, tí at hann var óbrúkiligur sum formaður. Ein í longu røðini av politisku ósigrum hansara, skal nú vera avgerandi fyri føroyskt parlamentariskt arbeiði frameftir.

Tíanverri fyri tann semjusøkjandi og meirilutafikseraða floksformannin var veruleikin jú tann, at hann ongantíð átti nakran meiriluta aftanfyri seg sum formann fyri uttanlandsnevndina. Tá ið hann skuldi viðgera fullveldismálið, Hvítubók, fólkaatkvøður og samráðingar á breiðum grundarlagi sum nevndarformaður og skuldi royna at finna semjur á breiðum grundarlagi, lá hann sjóvarfallið av sær.

Í staðin fyri ar søkja semjur millum flokkarnar í uttanlandsnevndini vartaði hann upp við sínum egna uppskoti á tingi, og tá var tolið uppi og Jóanes úti.

Sjálvandi hava vit eisini í huga, at tann semjusøkjandi javnaðarflokkurin atkvøddi ímóti Hvítubók, samstundis sum hann hevur tugt og tannla meiri enn nakar annar, og eisini minnast vit, hvussu hann royndi at forpurra setanina av grundlógarnevndini.

Allan vegin higartil hevur javnaðarflokkurin undir leiðslu JE´s ræðst upplýsandi tilfari hjá samgongurni, og hevur heldur leita sær styrki í einum fordummandi orðavavstri, sum sjálvandi ikki tænir nøkrum endamáli.

Um løgmaður setur seg í stovuhæddini á Gamla Apoteki at viðgera framtíðarstøðu Føroya eftir leistinum hjá Poul Nyrup Rasmussen og Jóanes Eidesgaard, man vera meira enn ivingarsamt, men hetta er so uppskotið frá teimum báðum, sum í fullum loyalitet standa saman í donskum og føroyskum politikki.

Vit aðrir, ið allir hava slakað bæði ein og annan veg, fara so framvegis at royna at vera loyalir móti hvørjum øðrum og fara framvegis at royna at finna gongdar leiðir til gagns fyri Føroya land og Føroya fólk.


Hergeir Nielsen