Kørini við fiskum, krabbum, skeljadýrum, krossfiskum og øðrum úr havinum, sum plaga at standa á Stangarbrúnni á Føroya Sjómannadegi, komu aftur á bryggjuna at standa miðskeiðis í hesi vikuni.
Hetta er eitt vælumtókt og forvitnisligt tiltak, sum bæði børnum og vaksnum dáma væl at vitja og kanna.
Úr Klaksvík verður sagt, at í kørunum er toskur, hýsa, seiður, krabbi og fleiri onnur sløg av fiski.
Kørini við ymiskum livandi úr havinum hava verið við á hvørjum Sjómannadegi, og longu í hesi vikuni hava eitt nú barnagarðar og børn annars verið á bryggjuni og sæð lívið í kørunum.