Tær hava í stóran mun myndað Havnina og ferðavinnuna í Havnini í mong ár, men komandi árið verður tað Suðuroyggin, sum fær ágóðan av teimum báðum.
Ingibjørg Berg, fyrrverandi kommunustjóri í høvuðsstaðnum, og Theresa Turidardóttir Kreutzmann, stjóri í Visit Tórshavn, skulu komandi 15 mánaðirnar menna ferðavinnuna í Suðuroynni.
- Verkætlanin er eitt samstarv millum Tvøroyrar kommunu, Hvalbiar kommunu og – um áhugi er fyri tí – eisini aðrar kommunur í Suðuroynni og CommIT um at skipa ferðavinnuna, sigur Ingibjørg Berg. CommIT er ráðgevingarfyritøkan hjá Ingibjørg Berg og Theresu Turidardóttir Kreutzmann. CommIT leggur serliga dent á ráðgeving innan ferðavinnu og økismenning.
Sum øll vita, er talið á ferðafólki, sum koma til Føroya vorðið ovurstórt seinastu árini, men misjavnt er, hvussu tað verður býtt um landið. Meðan ein stórur riðil vitjar høvuðsstaðin, Vágarnar og norðara part av Eysturoynni, eru tey munandi færri, sum leggja leiðina umborð á Smyril og suður um Suðuroyarfjørð.
Nógv verður tosað um, hvussu føroyingar og Føroyar skulu fáa sum mest burtur úr ferðafólkunum og hvussu ein ferðafólkavinna kann mennast ymsa staðni í landinum. Hetta er nakað av tí, sum tær báðar skulu hjálpa til við í Suðuroy.
- Suðuroyggin hevur nógvar møguleikar í ferðavinnuhøpi. Summir eru mentir fyri ein part, meðan aðrir møguleikar enn ikki eru serliga sjónligir. Avbjóðingin hjá Suðuroynni er at fáa fatur á sínum parti av stóra ferðafólkavøkstrinum og gera ferðavinnu til eina virkna vinnu í økinum, sigur Ingibjørg Berg, sum ikki ivast í, at ferðavinnan kann gerast ein virðismikil framtíðar vinnuvegur í Føroyum, um rætt verður borið at.
Tær halda, at kommunurnar hava ein sjálvsagdan leiklut í hesum høpi, men at tað kortini eru einstakir aktørar, sum skulu skapa tilboðini.
- Kommunurnar skulu ikki fara inn í ferðavinnuna, men tær kunnu kveikja, birta uppundir, skapa røttu fortreytirnar, og hjálpa ymsu aktørunum, sum so ella so eru á ferðavinnuøkinum, teimum, sum eru á veg, at finna saman, samskipa tilboðini, seta krøv og stuðla undir, at tey menna seg meira miðvíst, sigur Ingibjørg Berg.
Endamálið við samstarvinum millum kommunurnar og CommIT er at framleiða ein ferðavinnupolitikk, sum yvirskipað leggur leiðina, sum kommunurnar ynskja at ganga.
- At gera eina framtíðarætlan við ítøkiligum átøkum, sum skal fremja og skipa ferðavinnu trygt og skynsamiliga við vinningi og trivnaði fyri tey, sum búgva og virka í økinum. Og at skapa karmar fyri einum alternativum vinnuvegi fyri tey, sum ynskja at bjóða seg fram sum veitarar til ferðavinnuna í økinum. Hetta ber bara til, um vit klára at skapa tryggar, dyggar og støðugar tænastur til ferðafólkini, sum vitja økið, sigur Ingibjørg Berg.
Les meiri um verkætlanina hjá teimum báðum í Vinnuni, eitt serblað, sum verður partur av VikuskiftisSosialinum, sum kemur út í morgin.