Úr hjálparloysi til handling, saman standa vit sterk

Í hesum døgum verður skrivað um, at vit hava nógv ung fólk, ið stríðast við sálarligar trupulleikar og rúsevnis trupulleikar.


Vit í Sinnisbata vilja staðiliga heita á politisku myndugleikarnar, at taka tað í størsta álvara, at vit hava ung fólk, sum onkursvegna ikki klára at fóta sær uttan hjálp.


Marginaliseraðir ungdómar, tað vil siga ung, ið t.d. bæði hava sosialar trupulleikar, sálarligar avbjóðingar, rúsdrekka/rúsevnismisnýtslu og eisini eru vorðin heimleys, hava oftast tørv á hjálp frá fleiri pørtum.


Vit í Sinnisbata halda tí, sum Jan Poulsen, vakthavandi á politistøðini, var inni á í gjárkvøldið, at samstarv er vegurin fram. At hesi ungu gerast ein kastibløka millum løgreglu, psykiatriska depilin, misnýtslu viðgerðarstøð, tilboð frá Almannaverkinum og øðrum, ger at øll royna sítt besta í hvør sínum lagi, og at heildarviðgerð gerst nærum ógjørlig.


Vit mæla til at ein arbeiðsbólkur ella netverk verður sett á stovn, fyri hvønn ungan borgara, ið tørvar hjálp. Nakað sum við “góðu tilgongdini”, ið verður bjóðað familjum við børnum, sum hava Autismu. Vit í Sinnisbata meta, at tað er umráðandi, at inndraga familjuna og saman virka fyri, at okkara ungu fáa ta hjálp teimum tørvar.


Vit ynskja eisini at miðlafólk, og fólk annars, tosa virðiliga og hugsa seg um tá tey t.d skriva eina yvirskrift sum “ ørur maður”. Hetta er við til at stigmatisera fólk, ið hava eina sálarsjúku, á ein óhepnan máta. Hvussu vit tosa er við at geva bæði jaligar og neiligar myndir av einstaka menniskjanum. Minnist til - sálarsjúka kann raka øll, eisini okkara kæru. Hvussu vildu vit tosað um tey, um tey vórðu rakt?


Róa Midjord
Forkvinna í Sinnisbata.