Úr Hvalba til zumba

Øravík: - Hetta sá so cool út, og tí hevði eg hug at royna tað, sigur Ninni Holm úr Hvalba. Mikukvøldið í farnu viku royndi hon sjálv, hvat zumba-fitness er

Ein av teimum 40 kvinnunum, sum møttu upp á Hotel Øravík hetta, kvøldið var 18 ára gamla Ninni Holm úr Hvalba.

Ninni hevur altíð dámað væl at røra seg og at íðka. Í síni tíð spældi hon hondbólt, men er nú givin við hesi ítróttargreinini. Íðkingina hevur hon kortini ikki lagt frá sær.

- Nei, eg eri einar fýra ferðir um vikuna til fitness í venjingarhølunum úti í Froðba, greiðir hon frá.

Umframt hetta dámar henni væl at hyggja eftir morgunsendingunum hjá TV SHOP á donsku sjónvarpsrásini TV3. Her hava tey eisini mangan víst, hvat zumba-fitness er.

- Hetta sá ógvuliga cool út, og eg helt at hetta var eitt spennandi slag av fitnessi. Og tá eg so sá lýsingina um, at zumba-fitness bleiv her í oynni, vildi eg absolutt prøva tað, sigur 18 ára gamla Ninni.

Hóast hetta slagið av fitness er ætlað bæði monnum og kvinnum, vóru tað bara kvinnur møttar upp til tiltakið.

Ninni kundi tó fegnast um, at kvinnur í øllum aldri vóru við - kvinnur í góðum aldri heilt niður í gentur í fóltaskúlaaldri.


Sveitti og hugni

zumba-fitness er ein øðrvísi dansur, men tann einstaki luttakarin nýtist hvørki at vera góður dansari ella fitness-serfrøðingur fyri at vera við. Tað umráðandi er, at luttakararnir hava tað stuttligt, meðan teir íðka.

Hóast Ninny Holm er ung og í góðari venjing, so mátti hon viðganga, at hesin eini zumba-tímin í Øravík hevði verið bæði stuttligur - og harður.

- Ja, eg fekk sveittan fram, bæði væl og virðiliga, greiðir hon brosandi frá. Tað sama kunnu helst allar hinar 40 kvinnurnar siga.

Ninni bleiv beinanvegin spent uppá tiltakið, og ætlaði at fáa eina vinkonu við sær. Henda kom tó ikki, men hon fekk so eina aðra at koma við sær.

- Og tá eg so kom higar til Øravíkar sá eg, at ein onnur vinkona úr Trongisvági eisini var her.

- Jú, hetta hevur verið eitt sera gott kvøld, slær Ninni fast.

Møguleiki er eisini hjá fólki at bíleggja sær eina fløgu, har tær ymsu venjingarnar verða vístar afturvið góðum tónleiki.

- So kann ein bara blíva við og við at íðka zumba.


Væntaði 10

Tað er Margretha í Puntabyrgi sum skipaði fyri tiltakinum í Øravík.

Sum skilst, hevði hon í roynd og veru bara væntað 10 luttakarir, men tá avtornaði vóru einar 40 kvinnur samlaðar.

Undirtøkan fyri at halda fram við tiltakinum var so stór, at Margretha mátti aftur í zumba-eldin bæði fríggjadagin, leygardag og sunnudagin.

Jú, suðuroyingar fingu av sonnum rørt seg í farnu viku.