Tá danir nakrar ferðir hvønn mánað fáa lýsingabløð í postkassan, kemur tað meir enn so fyri, at tey síggja níggju ára gamla Róa W. Ólavsson. Føroyska barnamodellin er nevnliga ein tann mest umbidna í hesum døgum, tá fyritøkur og handilsketur skulu brúka eitt barn í sínum lýsingum.
Rói, sum er sonur Ólav W. Høgnesen og Rúnu P. Høgnesen, er partur av modellstovuni Little People, sum er ein modellstova í Århus við børnum og ungum frá 1 til 16 ár. Millum tær mongu smáu modellirnar er Rói, sum hevur samstarvað við Little People síðani januar í ár. Hóast stutta tíðarskeiðið á modellstovuni, hevur Rói longu verið at sæð fleiri ferðir í ymsum lýsingabløðum.
Og Rói hevur longu vant seg við at síggja myndir av sær sjálvum í lýsingabløðum, sum koma við postinum og liggja í eitt nú Føtex og Bilka.
- Í fyrstuni bleiv eg eitt sindur kløkkur, tá eg fór inn í Føtex, og knappliga sá meg sjálvan á forsíðuni á onkrum lýsingablaði. Tað var eitt sindur pínligt, men nú haldi eg tað bara vera stuttligt, sigur Rói, sum saman við foreldrunum hevur búð í Aalborg seinastu trý árini.
Slapp gjøgnum nálareygað
Modellkarrieran hjá Róa byrjaði longu í oktober mánaði í fjør, tá hann var til handils saman við foreldrunum í Føtex í Aalborg. Modellstovan Little People hevði tá eina sokallaða casting, sum er ein upptøkuroynd, inni í handlinum, tí tey leitaðu eftir nýggjum barnamodellum kring alt landið.
- Meðan vit gingu inni í handlinum, sóu vit, at onkur tók myndir av børnum. Vit spurdu Róa, um hann vildi sleppa upp á mynd uttan at hugsa meir um, at hetta var eitt slag av modellkapping, bleiv ein mynd tikin av Róa, greiðir Ólavur W. Høgnesen frá, sum er pápi Róa.
Tiltakið hjá Little People var í sjey ymiskum Føtex-handlum kring Danmark, og í hvørjum stað skuldi ein vinnari kjósast. Tá upptøkuroyndir, sum tann í Føtex, eru, er ikki óvanligt, at fleiri hundrað børn gera vart við seg. Soleiðis var eisini í tí umfarinum, har Rói var við, men hann megnaði at sleppa gjøgnum nálareygað.
Fólkini í modellstovuni dámdu so mikið væl myndina av Róa, at hann gjørdist vinnari av Aalborg-kappingini, og nakrar vikur seinni settu tey seg í samband við foreldrini hjá Róa, tí tey vóru áhugað í at skriva undir ein sáttmála við unga føroyska drongin.
Longu í januar fekk hann ta fyrstu uppgávuna, og síðani hava tær verið fleiri.
- Tey siga, at hann er ein av teimum best umtóktu modellunum, tey hava. Tað hongur kanska saman við hansara húðaliti, og fyritøkurnar tí halda tað vera politiskt rætt at brúka ein sum Róa í teirra lýsingum, heldur pápin og vísir til brúnlittu húðina, sum Rói hevur frá mammuni, ið er av Mauritius.
Fær djús og frukt
Tá ein fyritøka ella handil ynskir at brúka Rói í eini lýsing venda tey sær fyrst til Little People, sum síðani ringir til foreldur Róa. Um tað liggur fyri hjá teimum at fara við sonum til Aarhus, har myndatøkurnar aloftast fara fram, takka tey ja til tilboðið.
- Vanliga er ein fotografur til staðar, ein sminkari, ein, sum er eitt slag av produsara, og so er eisini ein, sum tekur sær av Róa og vísir honum, hvat og hvussu hann skal gera á myndunum, greiðir Ólavur W. Høgnesen frá.
Og at standa framman fyri fleiri fólkum, ímeðan myndatólið klikkir, ger ikki mun hjá Róa.
- Tey siga, um eg skal smílast, fagnast, hoppa høgt upp, ella um eg skal gera okkurt heilt annað. Og so royni eg bara at gera, sum tey siga, fortelur Rói, sum eisini fær sminku á, áðrenn sjálva myndatøkuna.
- Tey plaga at koyra onkra varrastift á og so eisini okkurt putur við einum stórum pensli, sigur Rói, og vísir á, at tað ikki er tann stuttligasti parturin av modelllívinum.
- Tað er eitt sindur pínligt, tí tað plaga bara gentur at brúka. Men tað skal mann hava á, tá fotografurin skal taka myndir ella film, greiðir Rói frá.
Ymiskt er, hvussu nógv tíð fer til hvørja upptøku. Onkur uppgáva kann taka ein hálvan tíma, meðan ein onnur kann fara við einum heilum degi. Tískil er ofta bíðitíð, tá Rói skal taka myndir.
- So plagi eg at hava eina bók við ella okkurt spæl. Og so fær mann eisini djús, kakao og eisini frukt, ímeðan mann bíðar.
Kenna vansarnar
Tá modellstovan í fjør vendi sær til foreldur Róa, tí tey ynsktu at hava hann sum modell í Little People, brúktu foreldrini rúma tíð at umhugsa, um tey skuldu taka av hesum tilboðnum.
- Vit prátaðu fleiri ferðir við fólkini handan modellstovuna, og tey greiddu okkum frá, hvussu hetta fór at ganga fyri seg. Tíbetur er hann ein sáttlig typa, sum ikki heldur um seg standa. Vit hava tað soleiðis, at so leingi Rói sjálvur tímir hetta og heldur tað vera stuttligt, stuðla vit honum. Men soleiðis hevði eisini verið, um talan var um okkurt annað ítriv. Vit hjálpa og stuðla soninum í tí, sum kann gleða hann. Og vit kunnu altíð takka nei til eina uppgávu, um vit av eini ella aðrari orsøk ikki hava hug ella ikki kunnu vera við til uppgávuna, sigur pápin.
Tey eru væl vitandi um, at sonurin ferðast í einum umhvørvi, sum kann vera torført fyri eitt níggju ára gamalt barn.
- Vit eru altíð við honum, tá hann skal taka myndir. Little People setir sum so ikki nøkur krøv til, hvussu hann skal vera ella síggja út. Eitt nú hárið, tað er partur av hansara image, so tað fara vit ikki at klippa uttan víðari. Annars eru smávegis krøv, sum til dømis, at hann ikki skal hava oyralokkar í, tá hann kemur til eina uppgávu, greiðir pápin frá.
Hann ivast ikki í, at tað kann koma Róa til fyrimuns seinni, at hann hevur verið barnamodell.
- Hann lærir at møta nýggjum fólkum, fær stuttligar og annarleiðis upplivingar, og so lærir hann eisini, at tað er neyðugt at arbeiða fyri at fáa nakað.
Skal á talentskúla
Umframt at læra onnur børn at kenna og fáa stuttligar og annarleiðis upplivingar í sambandi við myndatøku, fær Rói eina samsýning, hvørja ferð hann hevur gjørt eina modelluppgávu.
Upphæddin er ikki stór sambært pápanum, hóast hon er stór í verðina hjá Róa. Samsýningin ger tó, at tey halda tað vera vert at brúka tað mesta av einum degi upp á eina modelluppgávu.
Og Rói leggur alla lønina, sum hann fær fyri at vera modell, til síðis, tí hann savnar sær pening til eitt heilt serligt endamál. Hann ætlar sær á fótbóltsskúlan hjá Barcelona, sum er tvær ferðir um árið og ætlaður heilt ungum talentum.
- Tað kostar eini 7000 krónur pluss flogerð, so tí leggi eg modellpengarnar til síðis, tí eg kundi hugsað mær at sloppið á fótbóltsskúlan um eitt ár ella so, sigur Rói.
Men skal tann dreymurin gerast veruleiki, skulu pengar til, og unga talentið heldur modellarbeiðið vera ein frálíkan máta at forvinna sær pening:
- Tað er fínt. Tað einasta eg ikki tími, tað er, at eg skal vera modell fyri undirbuksir. Tað geri eg ikki, sigur Rói og flennir.