Neistin veitrar nú farvæl við ein av sínum avgjørdu stuðulsleikarum, nevniliga vongsleikaran Róa Berg Hansen. Hann flytur í næstum til Danmarkar at spæla hondbólt.
Rói Berg Hansen hevur gjørt avtalu við FIF á Frederiksberg, har hann nýliga hevur verið og royndarvant. Felagið er júst flutt upp í 1. division, sum er næstbesta deildin í Danmark.
Neistin skrivar, at FIF og Rói hava gjørt avtalu um, at hann flytur til Danmarkar eftir HM-endaspælið hjá U21-landsliðnum, sum verður í Algeria 18. juli.