Í vikuni hevur handilsskipið Wilson Aviles verið á Toftum við salti. Skipið, sum er skrásett á Malta, er komið til Føroya við 3300 tonsum av salti úr Ibiza.
- Stívliga helvtin skal leggjast upp til M. J. Saltsølu á Toftum, og restin skal upp í Havn.
Tað veit Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini at siga.
Lagt verður aftrat, at Wilson Aviles er bygdur í 2008. Skipið er 88 metrar langt og 12,5 metrar breitt. Sjey mans eru við, og teir eru úr Ukreina og Filipsoyggjum.
- Hetta er óivað fyrstu ferð, at skipið er í Føroyum, hóast onkur av manningini hevur verið her áður við salti við øðrum skipi hjá reiðarínum, sum eigur skipið.
Úr Føroyum fer Wilson Aviles til Noregs eftir gróti til Danmarkar.
- Manningin var blíð við sjómanstrúboðarin, sum vitjaði umborð og heilsaði upp á manningina og gav teimum ymiskan lesnað, verður lagt aftrat á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini.