Kappingarnar, sum eru á Føroya Sjómannadegi, eru nú av álvara byrjaðar, og fyri løtu síðan varð kappingin um, hvør er kvikastur trolbøtari, liðug.
Ikki færri enn 21 luttakarar vóru í kappingini, og skjótastur gjørdist klaksvíkingurin, Róin Biskopstø. Honum á baki komu tveir viðingar, Ísak Petersen og Marner Sivertsen.
Róin hevði tíðina 3.11.82 minuttir, Ísak 3.13.03, og á triðja plássi Marner Sivertsen við tíðini 3.18.45.
Nógv fólk fylgdi kappingini í trolbøting á pallinum á Stangarbrúnni fyri løtu síðan.
Dómari og eftirlitsmaður aftur í ár var Sámal Olsen, sum er royndur í leikum á trolvirkinum, Vónini.
Aftur í ár var Dagny Christiansen við sum einasta kvinna.
Tað eydnaðist henni ikki at blanda seg millum tríggjar teir kvikastu, men í fjør sóu vit, at hon var skjótari við nálini enn onkur skipari, sum tá var á pallinum saman við henni.