Róin kappast um plátusáttmála

Róin Siggertsson er ein av teimum útvaldu til finaluna í stórari danskari tónleikakapping. Høvuðsvinningurin er ein plátusáttmáli

 

Føroyskur tónleikari er komin í finaluni í stóru donsku tónleikakappingini, Hithunters, sum plátufelagið BMG skipar fyri saman við Jubii og Tuborg.

 

Róin Siggertsson var í síðstu viku kosin at verða ein av 10 finalistum, sum verða við í kappingini um høvuðsvinningin, sum er ein plátusáttmáli.

 

Hithunters er ein opin kapping, sum fer fram á internetinum. Øll, sum halda seg liggja inni við einum hitti, kunnu senda sítt avrik til kappingina.

 

Kappingin er skipað á tann hátt, at átta innleiðandi umfør eru. Fyrsta umfarið var fyrst í mai mánaði, og tað seinasta verður fyrst í juli.

 

 

 

Innleiðandi kappingar

 

Til hvørja av hesum innleiðandi kappingunum kunnu fólk senda sangir inn. Ein dómsnevnd velir síðani 10 sangir, sum fólk frítt kunnu atkvøða fyri á internetinum. Sangurin, sum fær flestar atkvøður frá internetbrúkarum, kemur í finaluna.

 

Í síðstu viku var tað sangurin hjá Róin Siggertsson, sum fekk stóra heiðurin at vinna innleiðandi umfar, og tí verður føroyski tónleikarin við í finaluni, sum verður hildin 30. august.

 

Umframt teir átta vinnararnar í innleiðandi umførunum, velir dómsnevnd tveir av hinum mongu sangunum, sum eru komnir til kappingina, so at tað samanlagt verða 10 finalistar.

 

Í dómsnevndini sita umboð fyri Jubii, Tuborg, Roskilde Festivalin, BMG og Danmarks Radio.

 

 

 

Studio í Herlev

 

Tað eru stór og vird feløg, sum standa aftanfyri Hithunters, og tí er hetta ein stórur møguleiki hjá tí, sum vinnur kappingina.

 

Plátufelagið BMG er millum tey størstu í Danmark, og við internetfyritøkuni Jubii og bryggjarínum Tuborg aftanfyri seg er talan um sterkar fyriskiparar.

 

Róin Siggertsson býr í løtuni í Danmark, har hann fæst nógv við tónleik. Hann samstarvar nógv við James Olsen og Terja Rasmussen, og teir hava eitt studio í Herlev, har teir framleiða tónleikin hjá sær.

 

Enn ber til at verða við í Hithunters, tí evstamark til seinastu innleiðandi kappingina er 29. juni, og tað ber til at lesa meiri um kappingina á hithunters.dk.