<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Tónleikur
Róin Siggertson hevur seinastu árini mest gjørt um seg sum einstaklingur undir navninum Rowan. Hetta navnið gjørdist fyrstu ferð kent í Føroyum og Danmark í 2002.
Rockidoler var ein sending á TV3 í 2002. Har gjørdist Róin fyrsta føroyska veruleikasjónvarpsstjørnan. Við síni rokknroll attitútu og sterku útstráling, var Róin áskoðarafavorittur til at vinna sær plássið, sum sangari í fyrsta danska veruleikasjónvarpsrokkbólkinum. Men hann gjørdist ov stuttur.
Ein annar luttakari í kappingini var gittarleikarin Sune Fey, teir báðir fóru tá undir samstarv og skrivaðu tónleik saman í útvið eitt ár. Síðan tá hava báðir verið virknir í øðrum samanhangum, men um árskiftið hittust teir aftur, og stovnaðu rokkbólkin The Bait. Í eitt hálvt ár arbeiddu teir miðvíst við at skriva tónleik saman, og síðan høvdu teir upptøkuroyndir við trummuleikarum og bassleikarum. Her vóru tað Steven Ardilsø á bassi og Poul A. Knudsen á trummum, ið vóru mest sannførandi, og sostatt var The Bait ein veruligur rokkbólkur.
Tónleikurin er spennandi rokkur við íblástri frá nógvum ymiskum keldum, og tað kemst ikki uttanum, at tónleikurin tykist nærum fullkomin til røddina hjá Róini.
Bólkurin fer nú undir at spæla konsertir, tann fyrsta verður í Keypmannahavn í spælistaðnum Stengade 30, 31. oktober, 3. november spælir bólkurin í Medborgerhuset í Brønshøj.
The Bait hevur fingið eina myspace síðu, og har ber til at hoyra løgini Here og Life Is Just a Second. Vitja bólkin á myspace.com/thebaitnet