Ræðist ikki Klitschko

Tann 20. juni verður HM-brak í tungvekt millum WBA-meistaran, Ruslan Chagaev, og Wladimir Klitchkov, sum er meistari hjá IBF og WBO. Kltischkov verður av fleiri mettur sum besti tungvektarin í heiminum, men hetta ræðir ikki Chagaev. – Tá tú hevur vunnið á einum manni, sum er 213 cm høgur og vigar 145 kilo, so er Klitchkov ikki so stórur, sigur Chgaev, sum vann sítt heiti við at vinna á risastóra Nikolai Valuev. Chagaev er við sínum 185 sentimetrum nakað væl minni enn Klitchkov, sum er 198 sentimetrar.