Ræðist ikki rættarmál

National trygd og ein roynd at varðveita lóggávuvald eru grundgevingar hjá Høgni Hoydal fyri, at hann gjørdi eina kunngerð, sum helst stegðar nýggju Gjaldskipanini hjá peningastovnunum. Skuldu peningastovnarnir stevnt landsstýrinum, so tekur hann tað við sálarró, tí hann heldur seg hava rættin á sínari síðu

Tað brýtir í bæði borð hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni við lógarmálum.
Øðrumegin undrast tingmenn á, at Høgni Hoydal tók málið um vernd av persónsupplýsingum úr teirra hondum. Og hinumegin hótta peningastovnarnir við at leggja sak ímóti landsstýrinum, tí ein kunngerð frá 16. juni steðgar teirra nýggju Gjaldskipan. Høgni Hoydal sigur sjálvur, at hann fekk ikki handlað øðrvísi.
? Eg noyddist at binda um heilan fingur. Tá tingið ikki vildi taka støðu, so mátti eg lýsa eina kunngerð, sum útgreinar lógina. Lógin sigur púra greitt, at landsstýrismaðurin skal orða eina kunngerð, sum skal forða fyri, at persónsupplýsingar fara av landinum, og tí noyddist eg rætt og slætt at gera soleiðis, sigur Høgni Hoydal.

Nóg góða tíð
Løgtingið hevði annars málið um hendi, men tað strandaði í Rættarnevndini, sum ikki kláraði at taka støðu. Nú gjørdist málið akutt, sigur Høgni Hoydal, tí Gjaldstovan og onnur skuldu taka støðu til, hvørja skipan, tey skuldu hava, og tí noyddist hann at skera ígjøgnum, sigur hann.
Í blaðnum í gjár segði Jógvan á Lakjuni, formaður í Rættarnevndini, at nevndini tørvaði betri stundir at viðgera prinsipiella málið til lítar, men tað er møsn, heldur landsstýrismaðurin.
? Tingið hevur sjáldan fingið betri stundir til eitt mál. Um tríggir mánaðir ikki eru nóg mikið, so hevur løgtingið ongantíð nóg góða tíð at viðgera eitt mál. Tað hevur eydnast peningastovnunum at gera eitt so mikið gott lobbyarbeiði, at tingmen føldu seg kroystar, men vit mugu halda okkum til lógina, sigur Høgni Hoydal, sum leggur dent á, at bæði løgmaður og landsstýri vóru kunnað um, at kunngerðin fór at koma.

Klárur til rættin
Peningastovnarnir hava hótt við rættarmáli og endurgjaldskravi, um Gjaldskipanin, sum teir hava brúkt nógva orku og pengar uppá, nú verður steðgað.
? Eg eri til reiðar at fara í rættin, um tað verður neyðugt. Eg ivist ikki í, at vit hava rættin á okkara síðu, tí eg havi bara gjørt, sum lógin áleggur mær. Orðarætt! Eg hevði onki annað val, um vit skuldu varðveita lóggávumyndugleikan á økinum, tí lógin sigur, at tað er ikki loyvt at flyta heilar edv-skipanir av landinum, sigur Høgni Hoydal.

Nationalur tryggleiki
Fyri hansara viðkomandi snýr tað seg um nationalan tryggleika.
? Tann føroyski lóggávumyndugleikin á økinum má tryggja, at lóggávan verður hildin. Hetta snýr seg um at varðveita lóggávuvald í Føroyum. Gongur hetta, so gongur alt, sigur Høgni Hoydal.
Ført hevur verið fram, at mest sum allir stovnar og fyritøkur, sum hava umrøtt kunngerðina, tá hon var til hoyringar, mæltu frá at seta hana í gildi. Høgni Hoydal sigur, at hædd varð tikin fyri mest sum øllum teimum viðmerkingum, sum komu inn, og at lógin í grundini er linkað við kunngerðini. Eitt nú eru FR- og VISA kort undantikin.
? Tað snýr seg rætt og slætt um, at flytingar, sum fara fram í Føroyum, frá mær til tín ella millum stovnar og fyritøkur her heima, skulu viðgerast í skipanum í Føroyum. Er tað flutningur uttanlands, so er støðan ein onnur, sigur Høgni Hoydal.