?Pápi mín reið kamel, eg koyrdi bil, sonur mín flýgur eitt jetflogfar? men sonur hansara kemur aftur at ríða á eini kamel?? Soleiðis ljóðar eitt nútímans arabiskt orðatak, sum staðfestir, at velduga oljuframleiðslan í heiminum ikki kemur at vara í allar ævir.
Búskaparligur aktivitetur er neyvt tengdur at atgongdini til bíliga orku, og í dag stava 80% av orkuni, sum verður brúkt kring um heimin, frá lívrunnum evnum, olju, gassi og koli. Einsamøll stendur olja fyri 34% av heimsins orkunýtslu, og meira enn 95% av hesum fara til flutningstól. Ein varandi minking av oljuframleiðsluni fer tí at fáa álvarsligar avleiðingar fyri heimsbúskapin.
Amerikanski jarðfrøðingurin, M. King Hubbert, segði longu í 1956, at amerikanska oljuframleiðslan fór at náa hæddini onkustaðni millum 1965 og 1970, og hetta hendi júst í 1970.
Í 1974 segði amerikumaðurin, at heimsins oljuframleiðsla fór at náa hæddini í 1995. Hesaferð mistók hann seg ? og tó. Tað eru viðurskifti, sum siga okkum, at heimsins oljuframleiðsla fyribils náddi hæddini í desember 2005, tí síðan tá hevur kurvan yvir framleiðslunøgd verið ?fløt?, hóast prísirnir á olju eru sjeyfaldaðir síðan ár 2003.
20% av samlaðu oljuframleiðsluni koma úr 14 veldugum oljuøkjum. Tey størstu eru Ghawar í Saudi Arabiu, Burgan í Kuwait, Cantarell í Meksiko og Daquing í Kina. Av hesum er tað bert Ghawar sum ikki er komið í hæddina ? ikki heilt. Framleiðslan í Ghawar er meira enn 5 miljónir føt um døgnið, sum er meira enn helmingurin av allari oljuframleiðsluni í Saudi Arabiu.
Norska oljuframleiðslan, sum náddi hæddina í 2001, hevur eina árliga afturgongd upp á 7%.