Rák og siðir til brúdleyp

Ljóst violettar blómur í ár


Rósan er brúðarblóman burturav. Saman við hvítum ynskja tey flestu sær ljóst violett í ár. Annars eru føroyingar rættiliga siðbundnir og velja sær ofta reyðar rósur til brúðarbukettina.


Kelda: Árstíðirnar


--


Ringarnir skulu vera slættir

Tey flestu keypa giftingarringar í 14 karat gull og nógv velja eisini at fáa ein ella tveir brillantar í ringin hjá damuni. Ringarnir skulu vera slættir, tí mynstur eru ikki modernað longur. Ringarnir kosta úr 3.000 krónum fyri parið, men flestu føroyingar brúka einar 6.000 krónur uppá ringarnar. Kortini eru summi, sum fara heilt upp í 20.000 krónur fyri parið - tá eru fleiri brillantar í kvinnuringinum.


Kelda: Niels L. Arge


--


Tvey sløg av brúðrum

Næstan allar føroyskar brúðrar velja sær ein ráhvítan brúðarkjóla. Kritahvítt hevur ikki verið inn í fleiri ár nú. Brúðarkjólarnir hava ongar ermar í dag, og vælumtóktar eru smáar klárar perlur í toynum. Somu perlurnar ganga aftur í hárprýðinum, sum ofta er ein lítil tiara.

Brúðrarnar býta seg í tveir bólkar: Tær yngru velja sær ofta ein stóran modernaðan kjóla við víðum skjúrti, slebi, longum sløri og ongum stroppum.

Tær meira tilkomnu velja heldur eina klassiska og meira eleganta loysn við smølum niðurdeili og toppi.

Tilhoyr sum handskar og paraplyir eru ikki modernað longur.

Annika Gaard, sum hevur átt Brúðarlín í nógv ár, sigur, at í dag eru alt fleiri brúdleyp í juli og august. Fyrr vóru tey spjødd út á alt árið, men toppaðu um jóltíðir.


Kelda: Brúðarlín


--


Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, skrivaði bókina um føroyskar brúdleypssiðir frá umleið ár 1500 til í dag. Heitið á bókini er “I ærlige brudefolk - bryllup på Færøerne”. Í bókini eru myndir og tekstur, og kostar hon 286 kr. í bókabúðunum.


--


Ein stórur dagur í lívinum hjá einari smágentu – at vera brúðargenta


--


Tá tíðin nærkast

Dagin fyri brúdleypið er best, um tit so gott sum liðug við allar fyrireikingarnar. Tá er tíð til at gera brúðarklæðini klár, fáa neglirnar gjørdar, at venja røðuna og annars at hvíla tykkum. Tit mugu ikki sova saman náttina fyri, tí tað merkir óeydnu um brúðgómurin sær brúðrina áðrenn brúdleypið.

Á sjálvum degnum kunnu tit eta ein góðan morgunmat. Maðurin heintar blómurnar til borðini, kirkjuna umframt brúðarbukettina og bringuprýðið. Brúðurin fer til frisør og verður smurd, og annars skulu tit bara gleða tykkum til stóru løtuna.

Aftaná brúdleypið er tað góður siður at gestir og brúðarpør senda hvørjum øðrum takkarkort.


--


Gev ikki eina gávu, sum móttakarin ikki kann løna tær aftur.


--


Brúðarkøkan skal vera ásett áðrenn midnátt. Brúðgómurin eigur at skera fyrsta bitan, sum hann gevur brúðrini.