Ríka ikki búskapin - men vit verða fátækari uttan tær!

Oddagrein


Um nøkur fá ár eru seinastu fólkini rýmd úr fleiri útoyggjum!!!

Hetta er ein av daprastu spádómunum, sum hevur ljóðað, nú útoyggjastevna varð hildin í Svínoy. Um hesin spádómur verður veruleiki, ber ikki til at siga. Men tað ber til at siga, at útlitini hjá útoyggjunum eru stak vánalig. Eisini ber til at staðfesta, at lítið og einki ítøkiligt er komið burtur úr síðani fólkafundin í Fugloy fyri seks árum síðani, tá løgmaður lovaði, at nú skal nakað henda.

Sum so ofta var tankin jaligur og ein álit varð gjørt. Harafturat varð ein fulltrúi settur, sum partvíst skal taka sær av útoyggjamálum. Útoyggjafelag er stovnað. Felagið er virkið, og gevur út eitt tíðarrit, sum viðger útoyggjaspurningar, ætlanir, møguleikar og ta versnandi støðuna.

Men frá politiskari síðu er nærum enki gjørt, síðani uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um útjavningarstuðul til útoyggjar varð samtykt fyri fleiri árum síðani. Og skulu útoyggjarnar bjargast, má nakað henda nú.

Tey flestu munnu vera samd um, at útoyggjarnar hava havt stóran týdning í búskaparligum, søguligum og siðsøguligum høpi. Hinvegin hava tær ikki serligan týdning í tí føroyska búskapinum í dag, hóast seyðurin og kjøtið hevur týdning fyri naturaliu-búskapin og fyri tey, sum búgva á staðnum, um nakað verður selt av bygdini. Og eitt er vist, at Føroyar verða fátækari, um útoyggjarnar avtoftast.

Útoyggjaspurningurin er ofta umrøddur her í blaðnum seinastu 30 árini. Ferð eftir ferð er staðfest, at fyri at fáa trivnað í útoyggjum og smáplássum má jarðarspurningurin loysast, eins og smærri vinnuvirki mugu fáast upp á beinini.

Men jørðin er heilag kúgv í Føroyum, og allir spurningar, sum eru tengdir at jørðini, eru truplir at loysa. Men støðan batnar ikki, um poltikkarar drála og ikki loysa teir. Fyritreytin fyri, at fólk kunnu búleikast á útoyggjunum, er - umframt eitt heilt gott undirstøðukervi - brúksrættur til tilfeingið - jørðina og fuglin - á staðnum.

Jarðarspurningurin er ikki lættur at loysa, ásanna tey flestu, tí partvíst er jørðin kongs, partvíst er hon óðal og óðalsjørðin er ofta smábýtt. Av tí sama er nógv uttanbýggjajørð, sum kanska liggur í órøkt, men sum kanska eisini verður røktað, og hesir óðalsmenn eru kanska aftur fyritreytin fyri, at summir hagar í útoyggjunum í heila tikið kunnu røktast.

Vit kunnu altíð tosa um smærri vinnur og ferðavinnu sum íkast, men fáa vit ikki skapt eitt veruligt vinnuligt grundarlag - saman við góðum flutningssmbandi, skúla o.ø. - so verður trupult at fáa nakran at støðast í útoyggj, og onkustaðni verður skjótt øskukalt. Skal nakað gerast, so má tað verða nú. Iki um tvey ár. Sitandi løgmaður hevur ávíst útoyggjunum áhuga, so nú má kravið verða, at hann av álvara fær loyst teir grundleggjandi spurningarnar saman við útoyggjafólkunum.

Sosialurin