13 minuttir. Tað var løtan, sum B36 var í barónaseingini, tá teir á Tórsvølli tóku ímóti danska FC Midtjylland í øðrum undanumfarinum til UEFA-Cup kappingina.
Við frálíka avrikinum og tepra tapinum í Herning fyri tveimum vikum síðani, var útgangsstøðið hjá B36 nakað nógv betri, enn tað vanliga er hjá føroyskum liðum. Ein 1-0 sigur vildi verið nóg mikið hjá føroyska felagnum, og hóast teir ásannnaðu, at uppgávan var møtumikil, so vóru greiðu boðini, at farast skuldi eftir sigrinum.
Dreymabyrjan
Stóra áskoðarafjøldin til dystin bar eisini boð um, at tað vóru fleiri enn spælararnir, sum trúu upp á møguleikan, og eftir bara fýra minuttum fingu mongu floksmenninir eisini alla orsøk at fagnast.
Talan var annars um fullkomuliga vandaleysa støðu, tá bólturin varð lagdur aftur til Ola Tidman í danska málinum. Bergur Midjord elti tó møguleikan, og so hendi tað, sum bara hendir teimum, sum trúgva upp á ómøguligu møguleikarnar. Svenski málverjin gleið, tá hann skuldi gera seg til at sparka, og so var Bergur sum eitt fok á honum. Hann vann tacklingina, og hóast hann var trýstur av verjuspælara, so fekk hann givið bóltinum seinasta skumpið, og so var B36 á odda.
Ein marru-byrjan fyri gestirnar, og eina løtu vóru teir eisini veruliga merktir av hesari. Á rennváta og knortluta vøllinum bar teimum ikki til at fáa ynsktu ferðina á spælið, og við kropsliga spælinum, sum B36 setti dagsskránna við, tóktust teir mest av øllum ynskja seg heim aftur til Herning.
B36 royndi at trýsta og stressa mótstøðuna, men so líðandi kom meira friður yvir spælið hjá gestunum. Teir vóru sterkari mann móti manni, og hóast trupla undirlagið, so megnaðu teir eisini betri at spæla seg niðan eftir vøllinum, og spakuliga gjørdist talan um trýst.
Sum tað so ofta hevur verið sæð, tá føroysk lið royna seg á altjóða pallinum, so vóru tað tó fyrst og fremst mistøk, sum kostaðu dýrt, tá mótstøðan skoraði. Fyrru ferðina misti B36 bóltin í uppspælinum, og yá verjuspælararnir ikki kundu semjast um at rudda burtur, streyk kviki Dennis Sørensen ígjøgnum, áðrenn hann flatt tvøturum, har ein púra blankur Razak Pimpong skoraði millum beinini á Jákupi Mikkelsen.
Seinna málið kom somuleiðis eftir býtt mistak. Vandin var ikki stórur, men millum tríggjar verjuspælarar fekk Dennis Sørensen brádliga fatur á bóltinum. Hann setti ferð á frá miðjum vølli, og tá hvørki Pól Thorsteinsson ella Klæmint Matras megnaðu at steðga honum, rundaði hann eisini Jákup Mikkelsen, áðrenn bólturin varð trillaður í tóma málið.
Mótbrekkan
Í løtunum eftir útjavnandi málið hevði B36 tó í einum tveimum førum av álvara bitið frá sær. Ingi Højsted hevði í einum føri drønandi skot úr 18 metrum, sum málverjin akkurát fekk jústað uppum, og stutt eftir var Fróði Benjaminsen um reppið at stúta bóltin í kassan.
Stórt meira enn hesar møguleikarnir hevði B36 tó ikki. Málini tóktust hava givið gestunum neyðuga friðin í spælinum, og í roynd og veru tóktist 3-1 vera meira nærliggjandi enn 2-2.
Og brekkan skuldi eisini gerast enn tyngri hjá B36. Spælið hevði til tíðir lyndi at gerast hart, og serliga David Nielsen fýrdi ikki fyri at geva aftur av somu skuffu. Hann fekk eisini gult kort tíðliga í dystinum, og tey flestu vóru á einum máli um, at seinna gula kortið átti at komið, tá hann sparkaði eftir mótstøðumanni. Ivaleyst var talan eisini um frustratiónir, tá Bárður Joensen løtu seinni kom alt ov seint í tackling móti kvika Pimpong. Gaman í var ghanesarin kvikur at lata seg detta, uttan at verulig kontakt var millum spælararnar, men dómarin hevði fingið nóg mikið. Hann gav Bárði seinna gula kortið, og so máttu havnarmenninir gera seg til at spæla seinna hálvleik við 10 monnum. Ein avgerð, sum B36'arnir á ongan hátt vóru samdir við finska dómaranum um. Ikki minst, tí Ingi Højsted beint áðrenn hevði verið í líkari støðu, men tað ferðina tagdi floytan, tá Ingi valdi at hoppa og detta, heldur enn at bíða eftir jarðleggingini, sum heilt vist hevði fylgt við skreiðandi verjuspælaranum.
Djarvir og sterkir
At uppgávan var mest sum ógjørlig, mundi nú standa øllum greitt. Men ivaleyst hevði onkur gloymt at sagt bæði spælarum og venjara hjá B36 frá logikkinum í hesum.
Í øllum førum fór liðið mest sum púrasta ómerkt inn til seinna hálvleik. Sjálvandi varð neyðugt við eitt sindur av umskipan, men henda hevði bara við sær, at B36 satsaði meira frameftir í eini roynd at venda dystinum. Bergur Midjord varð fluttur heilt fram í álopi, og Fróði Benjaminsen gjørdist ein hybrid millum verju- og miðvallarspælara.
Taktiskt kundi hetta líkst einum kamikaze-álopi, men tað vóru tó trinnar orsøkir til, at B36 slapp væl frá hesum.
Kanska mest týðandi, so vóru mótstøðumenninir á sín hátt nøgdir um tað, sum teir høvdu avrikað fyri steðgin. Kanska ikki leikliga, men úrslitið segði, at B36 nú skuldi skora tríggjar ferðir, um teir skuldu víðari, og tí hugsaðu gestirnir nú meira um at halda fast.
Hartil, so var tað helst eisini so, at gestirnir framvegis ikki trivust í kropsliga spælinum. Respekt og kanska ræðsla um viljan, sum B36 legði í hvønn einasta nærdyst fekk helst hinar at trekkja seg í nærdystunum, og tí kom spælið nú í nógv størri mun at ganga fyri seg á donsku hálvuni.
Men einamest, so var tað galskapurin í spælinum hjá B36, sum bar so langt. At spælararnir so fult og fast trúðu upp á ómøguliga møguleikan gjørdi, at teir støðugt stríddust væl meira enn bæði evni og orka var til. Eisini hóast orkan eftir fyrstu 70 minuttunum tóktist at vera púrasta uppi.
Um hetta mundi var eisini sjónligt, at gestirnir høvdu størra kropsliga yvirskotið. Teir komu alsamt títtari í vandastøður, og til tíðir spurdust eisini stórir møguleikar burturúr. Ikki minst mundi liðskiparin, Michael Hansen, iðra seg, tá hann fyrst sá Jákup Mikkelsen fista drønandi langskot á stólpan. Og eftir eftirfylgjandi hornaspark mátti sami leikari síggja flottan fluktara fara á sama stólpa.
Løn fyri stríðið
Men á sama hátt, sum teir gjørdu tað í Herning, so megnaðu teir svørt/hvítu onkursvegna at finna eyka megina, sum kundi nnýtast til at svara aftur við. Hóast trýstir og útlúgvaðir, so royndu teir at søkja niðaneftir, og tá mótstøðuverjan so framdi stórt mistak, fell revsingin alt fyri eitt.
Rasmus Daugaard Hansen var heldur óskettin, tá hann skuldi leggja aftur til málverjan, og sum eitt fok fór Allan Mørkøre avstað. Einsamallur við Tidman var hann eisini nóg kaldur, og við einum bleytum skoti sendi hann millum beinini á málverjanum, sum í hesum førinum var púrasta ósekur. 2-2 stóð á talvuni, og hóast tað úrslitið framvegis sendi gestirnar víðari, so var tað avgjørt tey í árstalsfelagnum, sum vóru best nøgd um dystin. Meðan »úlvarnir« mest sum alt fyri eitt sluppu sær inn í FSF-húsið, tá seinasta bríkslið hevði ljóðað, góvu teir í B36 sær góðar stundir at taka móti fagnaðinum.
Og hetta høvdu teir eisini alla orsøk til. Óræddir fóru teir undir uppgávuna at basa úlvunum, og tó at hetta ikki eydnaðist, so er einki at ivast í, at avrikið letur ein varða standa eftir sær í europeiskari luttøku hjá føroyskum feløgum. Ein varði, sum vónandi eisini kann bera við sær, at vit í framtíðini fara at síggja fleiri føroysk feløg gera enn meira um seg í altjóða høpi.
Kann væl vera, at B36 tapti dystin, men tað var eingin ivi um, at tað vóru teir - og ikki FCM - sum kendu seg sum vinnarar í sinni, tá dysturin var av.