Rákið í jólahýri

Í Rákinum hesaferð fært tú íblástur til alt tað góða, sum veturin og jólini hava at bjóða. Í Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík hava næmingarnir gandað himmalskt góðgæti. Her eru hópin av kreativum hugskotum til jólaprýði, eitt nú, hvussu vit kunnu brúka tara og annað úr sjónum at pynta við. Danski sexologurin Joan Ørting blakar børnini og sjónvarpið út úr kamarinum, tá hon hugleiðir um týdningin av hjúnakamarinum fyri sexlívið. Og at enda verður tað endaliga staðfest, at føroysk mannfólk vilja hava rundar damur. Samanumtikið slett ikki so galið, tí kuldin og myrkrið hava tíbetur nógv gott við sær, tá vit trokast saman, sum seyður í rætt: í góðum vertskapi, í heita køkinum, í hugnaligu stovuni ella undir heitu dýnini við hvørjum øðrum og Jólarákinum. Tá verður lívið ikki nógv betri.

Góð jól og takk fyri í ár


Rigmor