Manchester United hevur gjørt avtalu um at leiga Odion Ighalo frá Shanghai Shenhua í Kina. Áleyparin úr Nigeria hevur fyrr spælt við Watford í Premier League.
Bretskir miðlar sum Sky Sport skriva, at 30 ára gamli áleyparin verður leigaður í fyrstu atløgu fyri eitt stað millum 15 til 35 milliónir krónur. Avbjóðingin er at lønin hjá honum er ovurhondsstór. Hann vinnur um 2,6 milliónir krónur um vikuna í Kina.
Her skrivar Sky Sports, at Manchester United skal gjalda áleið ein triðing av lønini, meðan hann er í Manchester United. Tað er áleið 900 túsund krónur um vikuna.
Tað kemur púra óvart á, at Odion Ighalo nú er aftur í Premier League og ikki minst í Manchester United. Ole Gunnar Solskjær, venjari, hevur leitað eftir einum áleypara, men Odion Ighalo hevur at kalla ikki verið nevndur fyrr enn stutt fyri flytingarvindeygað lat aftur.
##med2##
Manchester United hevur sostatt keypt Bruno Fernandes frá Sporting Lisbon og leigað Odion Ighalo frá Shanghai Shenhua.