Úr Kina til Føroya at halda jól

Nógvir útisetar nýta jólini sum høvi at koma heim til Føroya á vitjan. Tó eru ikki nógvir, ið skulu eins langa leið og Jóhanna Magnusardóttir, sum arbeiðir í Kina. Í Kina er jólahugnin so at siga eingin, og tí er gott at vera heima jólaaftan

Jóhanna Magnusardóttir býr í Kina og hevur fleiri ferðir áður hildið jól í Kina. Í ár er hon tó komin ta longu leið heim til Føroyar at halda jól. Hóast jólahugnin í Føroyum lokkar, so er tað visumkrøvini, ið gera, at Jóhanna Magnusardóttir hevur gjørt av at koma heim.

– Mítt innfararloyvi er tvær ferðir 60 dagar. Eg kom til Kina í oktober við føroyskum ferðafólki, og tað er nú so, at hálvan desember mátti eg út aftur úr landinum. Eg kundi sjálvandi farið til Korea í tveir dagar og so aftur til Kina. Men eg valdi so at fara heim ístaðin. Eg mátti í øllum førum út úr landinum, og Dávid mátti vera verandi. Har var einki at gera, sigur Jóhanna Magnusardóttir og sipar til sjeikin Dávid Fossdalsá, sum situr eftir sum lesandi í Kina.

 

– Eg eri ikki altíð komin heim á jólum, meðan eg havi búð í Kina. Eg havi ikki verið heima á hvørjum árið, tí tað hevur ikki altíð borið til. Tá eg las, hevði eg nógvar uppgávur um jólini. Tá var ov nógv at gera, og tað tók ov leingi, at koma heim. Nú eri eg liðug at lesa, men Dávid lesur enn, og hann situr í somu støðu, sum eg plagdi at gera.

 

Sum ein vanligur vetur

Í Kina eru jólini ikki høgtíð, og av tí sama verður ikki nógv gjørt burtur úr jólum. Talan verður sostatt heldur ikki um nakran jólastemning í fjarskotna landinum, og tey, ið halda jól har, verða noydd at skapa stemningin sjálvi.

– Tað verður ikki jólaligt í Kina, tað er bara sum vetur. Tað verður pyntað í shoppingsentrum, og summastaðni eru jólatrø, men yvirhøvur er eingin jólastemningur.

 

Eitt árið vóru verforeldrini í Kina á jólum. Vermamman hevur føðingardag jólaaftan, og føðingardagurin varð hildin við kinesiska múrin. Annars verður roynt at halda jól við øðrum norðurlendingum, greiðir Jóhanna Magnusardóttir frá.

– Í fjør høvdu vit skúlagongd allar jóladagarnar, so tað var rættiliga óinterressant. Annars høvdu vit bjóðað vinfólki heim til ein góðan jóladøgurða, og vit fingu ein góðan jólastemning um kvøldið. Annars er tað bara ikki, sum heima í Føroyum. Eitt árið var tað eisini rættiliga heitt, yvir 10 stig. Eg vil ikki siga, at tað er so jólaligt.

 

Hetta er annars fyrstu ferð, at Jóhanna Magnusardóttir og Dávid Fossdalsá halda jól hvør sær. Hóast frægari hevði verið, at jólini kundu verið hildin saman, so ivast Jóhanna Magnusardóttir ikki í, at jólini verða góð kortini.

– Tað skal nokk ganga. Sum sagt, vit høvdu einki val, og eg mátti út. Eg havi fingið onkrar jólagávur heimvið, og nú havi eg keypt jólagávur til familjuna.