Skála: Kunnleiki okkara til kinesiska málið sigur okkum greitt, at tað er eitt trupult mál at læra, bæði til at tosa og lesa.
Í málinum finnast túsundtals orð og vendingar, sum siga tað, ið ein vanligur kinesari hevur brúk fyri í tí dagliga.
Tað eru tó tær umstøður, tá ein kinesari ikki kann gera brúk av øllum hesum túsundtals orðum og vendingum. Hetta fekk hin 17 ára gamla Joanne Mak úr Hong Kong at sanna seinasta leygardag í Skála skúla.
Hon er AFS-næmingur hjá eini familju á Skála. Henda leygardagin hitti hon allar útlendsku næmingarnar, sum eru í somu støðu um hon.
Sum ein part av skránni henda dagin skuldu næmingarnir arbeiða við ull og tøving. Og júst hetta við tøvingini er neyvan nakað, sum finst í nøkrum kinesiskum alfabeti.
Hetta tók kortini hvørki mótið ella áhugan frá Joanne at læra seg hetta føroyska arbeiðið. Tí, sum hon sigur:
Mær dámar væl at takast við handaligt arbeiði. So hetta var sera áhugavert og bara stuttligt at vera við til!
Saman við henni vóru aðrir AFSarar í Føroyum, eins og føroyingar sum hava verið við AFS í útlandinum.
Eitt felags ynski
Tað er sjálvandi langur teinur millum Hong Kong í Fjareystri og Føroyar í Norðurhøvum.
Men tá ein hevur nútíðar hentleikar sum alnet og telefon, er ikki langur vegur. Heldur ikki fyri ein ungan AFS-student á gøtunum í milliónabýnum Hong Kong.
Júst, hvussu hon kom í samband við AFS, verður einki sagt um. Men so skjótt Joanne lærdi henda felagsskapin at kenna, var avgerð hennara greið: Eg vil sleppa avstað! Eg vil sleppa til Danmarkar!
Í Danmark eru helst mong húski sum kundu ynskt sær eina so fryntliga unga kvinnu sum Joanne í heim teirra í eitt ár.
Tað vóru tó eisini føroyingar á vøllinum í somu ørindum, men tað visti Joanne sjálvandi einki um júst tá.
Í einum heimi á Skála hevði húsfólkið tosað um júst hetta sama: At fáa ein AFSara í húsið.
AFS í Føroyum hevur leingi sóknast eftir fleiri familjum, sum vildu taka ein útlendskan næming í heim teirra í eitt skúlaár.
Og við Joanne gekk tað hvørki betri ella verri enn so, enn at familjan á Skála ynskti at fáa júst hana til Føroyar.
Ja, pápi mín í hesum førinum Hans Jákup Johannesen vildi hava meg í teirra heim.
Og soleiðis bleiv tað bara, hóast eg ongatíð hevði hoyrt um Føroyar fyrrenn tá, sigur Joanne.
Keðir seg ikki
Fyrstu ferð hon setti føtur sínar á føroyska jørð var í august mánaði í fjør.
Hóast hon ikki skilti eitt føroyskt orð tá, so kom hon rættiliga væl og skjótt inn í føroyska gerandisdagin.
Joanne byrjaði á Studentaskúlanum á Kambsdali sum málsligur studentur. Og hóast alt hevur verið øðrvísi, so hevur hon trivist kortini.
Ein fyrimunur hennara í skúlanum er, at hon hevur einki heimaarbeiði fyri. Og hon skal heldur ikki upp til royndir í summar.
Hetta gevur henni so aftur nógva frítíð. Men hvussu er frítíðin ov long? Situr hon bara og keðir seg heima við hús á Skála?
Noy, sigur Joanne avgjørd á málinum.
Henni dámar væl at vera heima við hús og hugna sær saman við húsfólkunum. Henni dámar somuleiðis væl at binda, og hon fer ofta heim at vitja vinir sínar í bygdini.
Vinfólkini og Joanne finna uppá alt møguligt. Tey práta saman, lurta eftir tónleiki, hyggja eftir filmum. Og so fara tey eisini á ungdómslegur, m.a. nýggjársleguna sum varð hildin í leguhúsinum í Nesvík fyrr í mánaðinum.
Saman við familjuni fari eg ofta í kirkju ella til møtir í missiónshúsinum. Eg má bara siga sum er, at eg havi ikki havt trupulleikar at finna mær vinir.
Ja, her á Skála hava øll bara verið so vinarlig móti mær, sigur hon.