Frá at vera fátækasta Norðanlandið er Noreg í dag tað landið um okkara leiðir, har miðalinntøkan fyri hvønn íbúgva er hægst. Ikki óvæntað eru tað mongu oljumilliónirnar, sum toga inntøkurnar uppeftir. Somikið nógv upp, at bruttutjóðarinntøkan fyri hvønn íbúgva nú er millum 25% og 35% hægri enn tann hjá svimum, dønum og finnlendingum. Samstundis er norski oljugrunnurin vaksin við stórari ferð, og er hesin nú upp á 1.250 mia kr.