Ár 1998, fríggjadagin 28. august 1998 legði Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður, fram soljóðandi:
Uppskot til løgtingslóg um setan av stjórnarskipanarnevnd
§ 1. Sett verður stjórnarskipanarnevnd at kanna og viðgera spurningin um broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftum Føroya.
§ 2. Løgmaður setir stjórnarskipanarnevndina, sum skal hava 11 limir.
Stk. 2. Hvør flokkur á løgtingi velur sín løgtingslim í nevndina.
Stk. 3. Løgmaður tilnevnir ein landsstýrismann sum nevndarlim.
Stk. 4. Løgmaður er formaður nevndarinnar, og ein av løgtingsmonnunum er næstformaður.
Stk. 5. Nevndarlimirnir úr løgtingi og landsstýri velja afturat sær 3 nevndarlimir, sum skulu hava hægri útbúgving í samfelagsvísindum og ikki hava sæti á tingi.
§ 3. Stjórnarskipanarnevndin skal gera uppskot um nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar.
Stk. 2. Nevndin skal harafturat kanna og viðgera øll viðurskifti (politisk, umsitingarlig og búskaparlig), sum nevndin heldur hava týdning fyri viðgerðina av uppskoti nevndarinnar í løgtinginum.
§ 4. Nevndin skal seta skrivara, sum skal hava hægri samfelagsvísindaliga útbúgving.
Stk. 2. Skrivarin kann eftir avtalu við formannin taka sær lønta medhjálp.
Stk. 3. Løgtingsvaldu nevndarlimirnir fáa nevndarsamsýning eftir reglunum í løgtingslóg um samsýning løgtingsmanna. Landsstýrisvaldu nevndarlimirnir røkja nevndarstarvið sum partur av vanliga landsstýrisyrki teirra. Hinir nevndarlimirnir og skrivarin verða løntir eftir nærri avtalu við løgtingsskrivstovustjóran.
Stk. 4. Nevndin fær við hesi løgtingslóg heimild at nýta pening til útreiðslur nevndarinnar, tó í mesta lagi 1,7 mió.kr.
§ 5. Nevndin skal enda arbeiði sítt við áliti og uppskoti, sum verður lagt fyri løgtingið í seinasta lagi á ólavsøku 1999.
§ 6. Henda løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almennar viðmerkingar:
Høvuðsorsøkin til, at Javnaðarflokkurin aftur setir fram uppskot um setan av eini stjórnarskipanarnevnd, er, at mett verður, at mannagongd landsstýrisins í sjálvstýrismálum (løgtingsmál nr. 5/1998) avgjørt ikki hevur røttu raðfestingina. Henda gevur ikki løgtinginum tað neyðuga grundarlagið fyri eini støðutakan, sum sjálvandi eigur at byggja á eina breiða demokratiska viðgerð av hesum stóra máli, sum síðan kann gerast grundarlag fyri einari breiðari politiskari semju.
Tí skal hetta uppskot síggjast sum eitt alternativ ella eitt neyðugt ískoyti til uppskot landsstýrisins.
Støðan hjá politisku flokkunum, tá tað snýr seg um spurningin sjálvstýri-samband, kann í stórum bólkast í tríggjar høvuðsleiðir:
* Varðveitan av verandi skipan
* Støðugt økt sjálvstýri innan ríkisfelagsskapin
* Tjóðveldi
Hóast tað kann tykjast torført, so heldur Javnaðarflokkurin, at vit nú eiga at finna eina felags støðu til hesar spurningar, ella ið hvussu so er eina støðu, sum ein so stórur meiriluti á Føroya Løgtingi sum gjørligt kann verða samdur um.
Vit eiga ikki at endurtaka søguna frá samráðingunum, sum førdu til Heimastýrislógina.
Tí leggur Javnaðarflokkurin nú fram aftur uppskot um stjórnarskipanarnevnd fyri at fáa til vega tað best møguliga grundarlagið at taka støðu á.
Broytingar í ríkisrættarligu skipanini kunnu ikki einvíst fremjast av føroyska lóggávu- og umsitingarvaldinum. Men áðrenn nakrar samráðingar kunnu fara fram við donsku stjórnina, eigur Føroya Løgting at hava eina breiða og greiða støðu til, hvørja leið vit vilja halda. Uppgávan hjá stjórnarskipanarnevndini er í stuttum at fáa til vega tað best møguliga grundarlagið at taka støðu á.
Landsstýrið hevur við løgtingsmáli nr. 5/1998 lagt fram uppskot til samtyktar, har løgtingið beinleiðis skal taka undir við, at landsstýrið fer undir at fyrireika og taka upp samráðingar við ríkisstjórnina um ein sáttmála, sum skipar Føroyar sum eitt fullveldi. T.e., at løgtingið ikki frammanundan skal viðgera, hvørja ríkisrættarliga loysn, løgtingið ynskir, men at løgtingið í staðin skal taka undir við, at landsstýrið tekur upp samráðingar um eina loysn, sum bert landsstýrið og samgongan taka fult undir við, tó tað kanska eisini er ivasamt.
Javnaðarflokkurin metir tað av alstórum týdningi, at tað ikki eru beinleiðis samráðingar við ríkisstjórnina, sum skulu gera av, hvørjar broytingarnar verða, men at danska stjórnin fær eitt føroyskt uppskot at taka støðu til.
Javnaðarflokkurin metir tað sera týdningarmikið, at tey framstig, sum skulu henda á sjálvstýrisleið, verða gjørd av einum breiðum politiskum meiriluta, so hetta ikki førir til óhepnar polariseringar í samfelagnum. Tí er tað ikki rætt, at løgtingið tekur undir við at landsstýrið fer undir samráðingar, sum bert ein partur av løgtinginum ynskir, og uttan at geva tinginum til fulnar svar upp á allar teir ósvaraðu spurningar um avleiðingar o.l., sum longu eru settir.
Tað eigur tí sum liður í teimum fyrireikingunum til broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftum Føroya, sum eisini eru nevndar í løgtingsmáli nr. 5/1998, at verða sett ein stjórnarskipanarnevnd.
Tá álitið er liðugt, eigur tað at verða prentað og almannakunngjørt. Uppskotið verður lagt fyri løgtingið í seinasta lagi á ólavsøku 1999.
Viðmerking til einstøku greinirnar:
Ad § 1.
Her verður høvuðsmál lógarinnar sett.
Ad. § 2.
Nevndin eigur at verða sett soleiðis saman, at allir flokkar á tingi hava sína umboðan.
Útinnandi valdið eigur at vera væl umboðað. Tí verður skotið upp, at løgmaður og ein landsstýrismaður eru limir í nevndini.
Sum serligur stuðul hjá nevndini verður skotið upp, at teir av løgtinginum og landsstýrinum valdu nevndarlimir afturat sær skulu velja tríggjar nevndarlimir, sum eru fakliga útbúnir á teimum málsøkjum, sum nevndararbeiðið fer at snúgva seg um.
Løgmaður verður formaður nevndarinnar, meðan ein av løgtingsvaldu nevndarlimunum verður næstformaður.
Ad § 3.
Í hesi grein verður ásett, at stjórnarskipanarnevndin skal gera uppskot til nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar, sum ein breiður politiskur meiriluti stendur aftanfyri.
Nevndin skal harumframt kanna og viðgera øll tey viðurskiftu í samband við uppskotið um nýggja stjórnarskipan, sum nevndin metir hava týdning fyri framhaldandi viðgerðini í løgtinginum. Hetta eru viðurskifti, sum m.a. umfata tær politisku, umsitingarligu og búskaparligu avleiðingarnar av einum slíkum uppskoti.
Ad § 4.
Tað verður mett, at skal nevndararbeiðið gerast til lítar, má fastur skrivari setast í fulltíðarstarv við skrivstovuhjálp.
Kostnaðurin av nevndararbeiðinum verður leysliga mettur til 1,7 mió. kr., um arbeiðið varir umleið eitt ár, og 40 nevndarfundir verða hildnir. Mettu útreiðslurnar kunnu útgreinast soleiðis:
Skrivari kr. 500.000
Skrivstovuhald og ymsar útreiðslur kr. 300.000
Fundarpeningur
Løgmaður og landsstýrismaður kr. 0
Løgtingsmenn kr. 100.000
Serkønir nevndarlimir kr. 200.000 kr. 300.000
Serkøn hjálp, eitt nú responsum frá statsrættarserkønum og frágreiðingar um fremmandar stýrisskipanir og fíggjarligar útgreiningar kr. 400.000
Prenting av áliti kr. 200.000
Kostnaður tilsamans kr. 1.700.000
Ad § 5.
Av týdningi er, at ein endalig frest verður sett fyri arbeiðinum soleiðis, at nevndin, tá hon fer undir starv sítt, sum eitt av tí fyrsta leggur eina tíðarætlan soleiðis, at arbeiðið kann gerast liðugt til ásettu tíðina og setir av neyðugu orkuna til arbeiðið. Uppskotið verður lagt fyri løgtingið í seinasta lagi á ólavsøku 1999.