Ríkisfelagsskapurin ein táta: Rottulortar, smágrót og grús

Fyrrverandi íslendski forsetin hevur funnið gomul einahandilshús í Keypmannahavn, sum hon nú hevur ætlanir um at seta í stand saman við øðrum líkasinnaðum. Umleið 100 mió. kr. er hetta umvælingararbeiði mett at fara at kosta.

Ætlanin er at húsið skal nýtast sum íslendsk, føroysk og norsk miðstøð til varðveitslu av mentunarvirðinum og ikki minst minninum um danska einaveldis handilin.

Norðmenn hava longu boðað frá, at teir ikki eru sinnaðir at verða við í hesum »projekti«. Fyristøðumaðurin á føroysku Viðskiftastovuni í Keypmannahavn sigur seg luttaka, sum føroyskt umboð? Danskir statsmenn, eldri og yngri millum teirra Bernstorff virkandi fyri 200 árum síðani fyri fremjan av fríum handli og sigling á høvunum.

Teirra hugsanir vunnu frama hjá stjórnini í Keypmannahavn.

Talan varð um avtøku av kongaliga einahandlinum.

Handilsfólk í Keypmannahavn órógvaðust av hesum og sendu stjórnini mótmælisskriv í 1793, sum millum annað segði »Byen København er for sin eksistens helt og aldelels afhængig af denne handel. Ikke alene København, men også bønderne udenom byen som hvert år afsætter mere end 8000 tønder korn til denne handel, korn som eller er utjeneligt til menneskeføde, fuldt af rottelort, småsten og grus, som det er«.

Handilin við Ísland varð avtikin, meðan føroyingar máttu halda fram við at eta hetta korn sum bleiv skýrt »utjeneligt til menneskeføde, fuldt af rottelort, småsten og grus«, i 60 ár aftrat.

Danski landbúnaðurin hevði einkarrætt til kornsølu »i den sønderfjeldske Norge« til 1814. Í øldir tugdu íslendingar og føroyingar seg gjøgnum hetta sum langt frá kann kallast mannaføði, og vóru á henda hátt við til at fíggja byggjan og dagliga raksturin av donskum harragørðum. Frá 1780-1783 doyði millum ein triðingur og helvtin av íslendska fólkinum í hungri, kulda og øðrum ólukkum.Fyri umleið 100 árum síðani fluttu túsundtals íslendingar til USA og Canada, tí støðan var vorðin so hættuslig. Føroyingar sum vunnu til dagin á Eystlandinum sóu við egnum eygum, hvussu neyðarsligt og illa stødd fólkið har á leiðini var um hetta mundi.


Latir, líkasælir føroyingar og grønlendingar

Kongalig kanningarnevnd var í 1840-unum sett at kanna um hugsast kundi, at føroyingar kundu fara undir havfiskiskap. Úrslit: Óhugsandi. Niðurstøðan var, at føroyingar vóru ov latir og líkasælir. Ein líknandi kanningarnevnd varð sett í 1940-unum, at kanna um grønlendingar kundu fara undir havfiskiskap. Niðurstøðan var tann sama. Óhugsandi - ov latir og líkasælir.


Fríur handil

Í 1840-unum kannaðu danskir myndugleikar um føroyingar ynsktu at sleppa av við einahandilin. Úrslit: Allir søgdu nei, uttan í Suðri, har søgdu teir ja.

1856 var fyri abba mín størsta árið í lívi hansara. »Einahandilin avtikin« »Hann føddur« Grossererssocietet i København« sendi frammanundan skriv til stjórnina og vísti á góðar inntøkumøguleikar teirra um einahandilin varð avtikin. Soleiðis hendi tað


Loysing

Í 1918 togaðust íslendingar og danir um loysing ella ikki.

Tað árið hevði »Konservativt Parti« fund í Grundtvigs Hus« í Studiestræde í Kjøpinhavn, har Knud Fabricius professari og konservativur fólkatingsmaður kravdi verjuskyldu fyri føroyingar. Kommandørur og seinri kontraadmiralur og ovasti í herskipaflotanum, Godtfred Hansen segði á sama fundi »længe nok har vi fundet os i de islandske uforskammetheder. Jeg foreslår derfor, at vi udruster og afsender et militært ekspeditionskorps til Island. Først skal vi lære dem at ryste og bæve for os, dernæst at se op til os i angst og beundring«

Ísland segði takk fyri við at taka loysing, men gav dønum sleikisneis.

Christian 10 kundi enn nøkur ár bera heitið »Kongur av Íslandi« og danska uttanríkismálaráðið mátti átaka sær uppgávur fyri Ísland nøkur ár afturat á teimum umráðum har íslendingar ynsktu tað. Loysingarsáttmálin rakk til 1944 men longu tá teir undirskrivaðu sáttmálan í 1918 gjørdu íslendingar dønum greitt, at teir fóru at uppsiga sáttmálan, og harvið seta á stovn fullveldi.

Í 1944 segði Ísland sáttmálan við Danmark upp til at fara úr gildi beinanvegin.

Íslendingar vildu ikki hava sitandi á sær, at teir sameindu møguliga fóru at rokna við dønum, sum sameindir hjá Nazi-Týsklandi. Og tað vildu teir ikki hava sitandi á sær.


Ránsveiðuvernd

Ólavsøkutingið viðtók í øldir klagu til kongs um ránsveiðu hjá fremmandum skipum inn at føroysku klettunum. Men hetta tóku donsku myndugleikarnir slett ikki til eftirtektar.

Fyri umleið 100 árum síðani komu fyrstu donsku verjuskipini á Føroya-leiðina, men tey gjørdu einki sum helst fyri at forða hesum óskili. Danskur ágangur á bretsk fiskiskip mátti undir ongum umstøðum nerva landbúnaðarútflutningin hjá dønum til Bretlands. At henda ránsveiða hvørt ár kostaði føroyingum stórar upphæddir hevði ongan týdning hjá dønum.

Tað eydnaðist bretskum trolarum at troka føroyingar undan Føroyum til Íslands og víðari til Grønlands.

Amerikanarar, fransar, portugisar og hálendingar fiskaðu í øldir inn at klettunum í Grønlandi, eins og teir søktu lívd og annað teimum lysti uttan forðingar av nøkrum slag.

Í( Føroyum kom vend í tá Kaj Nolsøe Bang kommandørur jagstraði fiskiránsveiðuskipið »Red Crusader« allan vegin til Skotlands og inn í havnina í Aberdeen, har hann legði hald á skipið.

Føroyingurin í honum og alskurin til Føroyar vann á øllum.

Fyrsta árið, Danmark hevði fast fiskiveiðueftirlitsskip undir Grønlandi, var sama árið, føroyingar byrjaðu at fiska har á leiðini.

Danska eftirlitsskipið kom ikki á leiðina fyri at hjálpa og stuðla donskum ríkisborgarum sum búðu í Føroyum, men harafturímóti at vinna teimum neisir har tað var møguligt.

Føroyska Skipara- og Navigatørfelagið gjørdi bókling »Danmark, Færøerne og Grønland« burtur úr føroyskum skipsdagbókum, sum greiddu frá, hvussu føroysk skip og manningar vóru viðfarin í Grønlandi av donsku marinuni og rættarvaldinum.

Tað er ongin loyna, at danski uttanríkispolitikkurin kostaði føroyingum dýrt í 30´unum á spanska og italska marknaðinum. Meðan danski samhandilin við hesi lond var lítil og eingin, var Spania størsti og virðismiklasti marknaðurin hjá føroyingum. Italia kom á øðrum plássi.

Danir vóru á ongum sinni sinnaðir at geva føroyingum nakrar skaðabøtur fyri mista inntøku orsakað av teirra uttanríkispolitikki.


Danska stórveldið

vísir tenn

Klaksvíkingar, ung, gomul, kvinnur, menn og børn stóðu tigandi á kajuni og bíðaðu. Tvey stór skip nærkaðust. Tað størsta var ein fregat hjá danska herflotanum.

Bráttliga hoyrdust róp frá fregattini um at verða klárir við kanónini og snara teimum móti landi.

Eitt annað skip legði til bryggju og 150 vápnaðir løgreglumenn saman við glúpskum hundum stormaðu í land.

Uppgávan hjá teimum var at niðurberja fólkaviljan hjá »Vort fredelige folk udi Færø«.

Meðan skipini enn lógu í Klaksvík doyði kommandørurin hjá danska herskipinum. Seinni frættist, at hann hevði beint fyri sær sjálvum, tí hann hevði fingið ringa samvitsku av, at fyrstu ferð skip hansara skuldi brúkast til at niðurberja ófrið, var móti fólki, hann uppfataði sum sínar egnu landsmenn.

Vit skilja hann væl tá hann skuldi liva upp til so matar menn sum Herluf Trolle, Ivar Hvidtfeldt, Tordenskjold, Jessen, Olfert Fischer og Willemoes.

Men ríkisfelagsskapurin skuldi verða heilur og nakrir útjaðara føroyingar mátti ikki trúgva, teir høvdu nakað sum helst at siga og ei minni gera, móti valdsharrunum í Kjøpinhavn. Hesi harraboð vóru honum ovboðin, og tí valdi hann at taka sítt egna lív.


Føroyski skapandi viljin

Tórshavnar býráð bjóðaði fyri umleið 40 árum síðani umboðum fyri Hetland til Føroyar fyri at finna úv, um føroyingar kundu hjálpa teimum við at broyta gongdina til tað betra.

Hetlendingar útfluttu árliga 600.000 tunnur av sild saman við øðrum fiskaúrdrátti fyri 100 árum síðan. Um hetta mundi var føroyski búskapurin lítil móti tí hetlendska.

Meðan fólkatalið og búskapurin stillisliga vaks í tey næstu árini í Føroyum, gekk tað skjótt niður á bakka hjá hetlendingum.

Við í ferðalagnum til Føroya vóru eisini skotskir búskaparfrøðingar. Ein bók var útgivin av hesum lærdu monnum kvinnum um ferðina til Føroyar eftir heimkomuna. Bókin kallast »Faroe Report«. Í hesi bók greiða serfrøðingarnir frá, hvat eftir teirra meting hevur haft størst ávirkan á niðurgondina í Hetlandi í hesi øld.

Í Hetlandi er ongin vilji til sjálvstøðugan búskap, sera serfrøðingarnir.

Meðan føroyingar har aftur ímóti arbeiða miðvíst fyri framburði á egnum beinum, síggja vit ongan vilja til hetta í Hetlandi.


Arvur

Ríkisfelagsskapurin og minnini um hann er arvur sum hevur sín uppruna frá tí tíðini tá korn fult av rottulorti, smágróti og grúsi, óegnað til mannaføði var dagligur kostur hjá føroyingum og íslendingum, fyri at varðveita og til fyrimuns fyri ríkisfelagsskapin og onnur donsk áhugamál, sum til eina hvørja tíð vunnu á teimum føroysku, uttan at tann tapandi parturin var eftirspurdur og heldur ikki var hædd tikin fyri, hvat hetta »hundalív« kravdi av føroyingum.


Karl Nolsøe