Eftir at hava lisið viðmerkingina hjá Jákupi Fróða Djurhuus um luttøkuna hjá Pæturi við Keldu í donsku Grand-Prix kappingini herfyri, verður ein ikki sørt ørkymlaður. Valevnið á Sambandslistanum í Suðurstreymi rør uppundir, at tað ber meir enn so til hjá føroyingi at vera við til eina stora danska tónleikarakapping, har vinnarin skal umboða Danska kongaríkið á evropeiska pallinum.
Tað er eyðsæð, at Jákup Fróði fullkomiliga mótsigur sær sjálvum. Hann slær fast, at luttøkan í kappingini og áhugin fyri henni í Føroyum ber boð um, at føroyingar eru ein serstøk tjóð. Men samstundis mælir hann Pæturi til at siga tað vakra føroyska navnið frá sær, fyri at hava møguleika at gerast vinnari í einari, so at siga, innanhýsis danskari kapping. Í hesum liggur sjálvsagt tað, at føroyska navnið skurrar í oyrunum hjá dønum.
Rætt skal Jákup Fróði hava, ein tónleikari við navni, púra fremmandum í Danmørk (Pætur við Keldu, Arantes Edson do Nacimento, ella ? hví ikki ? Abdullah Osama bin Laden), hevði havt tað ógvúliga trupult við at vunnið eina danska kapping, tí at ein vanligur dani altíð tekur ein dana framum ein føroying, ein týskara, ein brasiliana, ein irana, osv. Og tað er púra normalt eisini. Sambært logikkinum hja Jákupi Fróða sjálvum, so eigur ein luttakari úr Føroyum at vera ?Danskeren hjemmehørende paa Færøerne? (Peder Kilde kanska?), við einum lagi, passaligum til hvørki føroyska ella evropeiska, men heldur danska fatan, fyri at hava nakran kjans yvirhøvur. Onkur serfrøðingur hjá Politiken helt lagið hjá Pæturi vera best av øllum, men ikki ordiliga danskt. Og tað var tað einasta, ið feilti hasum lagnum. Tí vann Pætur ikki. Harfyri er ikki sagt, at lagið ikki kundi vunnið evropeisku kappingina júst í tí hami og ferð, sum Pætur hevði smíðað tað, hugsið bert um Johnny Logan á sinni. Hetta er bara eitt dømi um, at føroyingar hava lítið og einki at siga í einum so kallaðum ?javnbjóðis ríkisfelagsskapi?. Og tað staðfestir bert einaferð afturat, hvussu langt danir og føroyingar standa hvør fra øðrum, tá ið tað kemur ikki bara til tað málsliga, men eisini tónlistarliga, og mentanarliga sum heild.
Men tað finst eisini ein annar vegur. Fyri fimtan árum síðani var Estland bara ein lítil, ósjónligur og einki sigandi partur í sovjetiska ríkinum, politiskt og sjálvandi eisini tónlistarliga. Í dag eru estlendingar á jøvnum føti við hinar sjálvstøðugu evropeisku tjóðirnar. Fyri nøkrum árum síðani, eftir at hava loyst frá risastóra granna sínum, fekk Estland eisini rætt til at vera uppi í evropeiskum Grand-Prix kappingum ? eitt land skal sjálvandi hava fult politiskt frælsi, fyri at luttaka. Í fjør gjørdist Estland vinnari í kappingini. Størri áhuga uttanifrá kundi eitt lítið land ikki droymt um. Kappingin í ár verður nú hildin í estiska høvudstaðnum, Tallinn. Annars hava hvørki Sovjetsamveldi ella Russland nakrantíð vunnið hesa kappingina.
Men ímynda vit okkum tað óhugsandi, at Pætur við Keldu, ella Eivør Pálsdottir, ella onkur annar føroyingur, fyrst vinnur eina danska Grand-Prix kapping, og síðan eina evropeiska ? hvat verður so? So verður Danmørk, og als ikki Føroyar, kunngjørt sum vinnari. Tað hevði verið øgiliga keðiligt og hugstoytt, hjá undirritaða í hvussu er, at sæð danska flaggið, og ikki føroyska Merkið, á skíggjanum, tá ið stigini verða givin, men sambandsmaðurin Jákup Fróði Djurhuus er - eftir øllum at døma - ósamdur við mær her. Og hevði ein Evropeisk Grand-Prix kapping verið hildin í Norðurlandahúsinum í Havn árið eftir? ? nei, hon hevði sjálvandi verið í Keypmannahavn ? í danska, og ikki føroyska høvuðstaðnum. Tað er Danmørk, og bara Danmørk, ið verður heiðrað fyri eitt føroyskt avrik.
Hví kunnu føroyingar ikki vera føroyingar og fara, eins og estlendingar, uppí hesa evropeisku Grand-Prix kappingina sjálvir, uttan um Danmørk? Sum aðrar pinkutjóðir, Ísland og Malta? Føroyar kundu verið við í kappingini á næstan hvørjum ári, tað vita vit, sum kenna okkurt til føroyskar tónleikar og støði teirra. Sum støðan er í dag, ber tað als ikki til at droyma um nakra sjálvstøðuga luttøku ? á Evropa kortinum finst jú eingin suverenur statur, sum eitur Føroyar
Undirritaði vil heilsa Jákupi Fróða Djurhuus ? ja, føroyingar kunnu sannliga alt møguligt. Ikki innan ríkisfelagsskapin, har teir eru fyri vanbýti ferð eftir ferð (júst hetta við Pæturi við Keldu er eitt sera gott dømi), men sum ein sjálvstøðug tjóð í heimshøpi. Sum í fótbólti - ikki nakað Færøernes BK i donsku 2. ella 3.deild, men FØROYAR í altjóða HM- og EM- kappingum.
_Danemark ? 1 point_ Les Iles Feroe ? 12 points_!