Ríkisfundur í Grønlandi hósdagin

Árligi ríkisfundurin millum stjórnarleiðararnar í ríkisfelagsskapinum verður hósdagin.

Kim Kielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, er vertur fyri fundinum hesaferð, og í hesum sambandi fara Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri Danmarkar, til Grønlands.

Fundurin verður hildin í Ilulissat. Eftir ríkisfundin verður tíðindafundur, skrivar Løgmansskrivstovan í morgun.

Stjórnarleiðararnir fara at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum og evni av felags áhuga.