Ríkispolitiið kannar grindamálini

Ferðaliðið hjá ríkispolitinum kemur til Føroya tann 6. februar. Á skránni eru kanningar og avhoyringar í sambandi við grindirnar í Húsavík tann 8. og 9. juli, og í Klaksvík tann 19. juli í fjør.

Tað upplýsir heimasíðan heimabeiti.fo.

15 grindir vóru hildnar til í Føroyum í fjør. Grindadrápini í Húsavík og í Klaksvík fingu serliga umrøðu.

Ferðaliðið hjá ríkispolitinum skal gera kanningar og avhoyringar fyri at kanna, um alt er farið rætt fram, og um grundarlag er fyri at skuldaseta nakran í málunum.

Felagsskapurin ?The German Whale and Dolphin Protection Forum, WDSF? hevur meldað Kára Thorsteinsson, økisleiðara í Norðoyggjum, og Andrass Poulsen, økisleiðara í Miðøkinum.