Ríkisrættarliga støðan løgd fyri tingið

Týsdagin legði Høgni Hoydal, landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum fyri tingið uppskot til samtykt um ríkisrættarligu støðu Føroya. Niðanfyri prenta vit uppskotið:

Samtykt um ríkisrættarligu støðu Føroya:


Uppskot til samtyktar um ríkisrættarligu støðu Føroya


Ár 1998, týsdagin 18. august 1998 legði Høgni Hoydal, landsstýrissmaður vegna landsstýrið fram soljóðandi:


Uppskot til samtyktar

Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið fer undir at fyrireika og taka upp samráðingar við ríkisstjórnina um ein sínámillum sáttmála millum Føroyar og Danmark soleiðis, at Føroyar verða skipaðar sum eitt land við fullveldi. Sáttmálin skal áseta karmarnar fyri samstarvinum millum londini frameftir.


Viðmerkingar

Almennar viðmerkingar

Ríkisrættarliga støða Føroya hevur verið eitt støðugt høvuðsmál í føroyskum politikki alla hesa øldina. Samráðingarnar eftir seinna heimsbardaga millum donsku stjórnina og føroyskar politikarar um framtíðarstøðu Føroya elvdu til fólkaatkvøðuna í 1946, sum varð ógildað, og til politiskt stríð innanhýsis í Føroyum. Úrslitið varð, at Heimastýrislógin varð sett í gildi hin 1. apríl 1948. Síðani er ongin formlig broyting hend á ríkisrættarliga økinum, hóast samfelagsligu broytingarnar hava verið alstórar.

Gongdin í Føroyum og viðurskiftini millum Danmark og Føroyar seinastu árini hava víst, at tørvur er á grundleggjandi broytingum í ríkisrættarligu støðu Føroya. Breið politisk semja tykist at vera um:


* At ábyrgdarbýtið millum danskar og føroyskar myndugleikar hevur verið ógreitt, og hevur alment elvt til ógreið ábyrgdarviðurskifti í politiskum avgerðum og serstakt til vantandi stýring í peninga- og búskaparligum viðurskiftum.


* At føroyska samfelagið er ikki vorðið meira búskaparliga og fíggjarliga sjálvbjargið undir heimastýrisskipanini, men hinvegin meira heft at fíggjarligum stuðli úr Danmark.


* At Føroya støða í einum heimi í broyting er ógreið. Gongdin í Danmark, har fleiri og fleiri málsøki verða løgd til ES, hevur eisini avleiðingar fyri Føroyar, men ógreitt er hvørjar.


Føroyska samfelagið stendur fyri stórum avbjóðingum komandi árini. Føroyar skulu kappast við onnur lond um at menna vinnugrundarlagið út um tað vit liva við í dag. Ein møgulig komandi oljuvinna undir Føroyum kann elva til kollveltandi broytingar í samfelagsgrundarlagnum og samfelagsbygnaðinum. Innanhýsis skulu politisku og vinnuligu karmarnir leggjast, og skipanin fyri einum framhaldandi vælferðarsamfelagi skal greiðast. Úteftir skulu marknaðarviðurskifti og luttøka í altjóða samstarvi avtalast.

Ein greið ríkisrættarlig støða er grundarlagið fyri at leggja tryggar karmar um framtíðarmenningina av føroyska samfelagnum.


Ætlanirnar hjá samgonguni

Landsstýrissamgongan, sum varð skipað eftir løgtingsvalið 30. apríl 1998, hevur sett sær sum høvuðsmál at greiða ríkisrættarligu støðuna við tí endamáli, at Føroyar gerast politiskt og búskaparliga sjálvstøðugar. Samgongan hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu skipast sum fullveldi (suverenur statur) eftir eini skipaðari ætlan.


Ætlanin er

formliga í tveimum

1. Ein millumlandasáttmáli verður gjørdur, sum ásetir, at framtíðarsamstarvið millum Føroyar og Danmark verður skipað millum tvey sjálvstøðug og javntsett lond. Í hesum sambandi verður eisini gjørd ein búskaparlig og fíggjarlig uppgerð og ein avtala um eina búskaparliga skiftisskipan. Sáttmálin verður lagdur fyri løgtingið, og tá løgtingið hevur samtykt hann, verður hann lagdur til fólkaatkvøðu til góðkenningar.


2. Ein grundlóg skal gerast fyri Føroyar. Uppskot verður lagt fyri løgtingið um at seta grundlógarnevnd. Tá nevndin er liðug, verður uppskot um grundlóg lagt fyri løgtingið og síðani til fólkaatkvøðu.


Ætlanin byggir á ta politisku grundhugsan, at føroyingar fáa fult ræði og fulla ábyrgd av landinum, og Føroya fólk skipar hetta vald við sínum fólkavalda lóggávutingi, Føroya Løgtingi, egnu stjórn sínari, Føroya Landsstýri og egna dómsvaldi sínum, við heimild í egnari grundlóg. Føroyar verða viðurkendar sum fullveldi eftir galdandi tjóðarrætti og kunnu frítt taka lut í altjóða samstarvi sum sjálvstøðugt land.

Ætlanin leggur dent á, at hetta skal gerast eftir einum skipaðum og fólkaræðiligum leisti og í samráðingum við donsku ríkismyndugleikarnar. Føroyar og Danmark mugu framhaldandi hava samstarv á fleiri økjum, politiskt og umsitingarliga. Hetta kemur eyðvitað av tí søguliga sambandinum millum londini. Eftir hesi ætlan verður tó talan um tveir javnbjóðis partar, har ábyrgdar- og valdsbýtið er greitt ásett.


Søgulig fordømi

Í politiska kjakinum hevur verið víst til ta sonevndu "sambandslógina" millum Danmark og Ísland í 1918. Hesin sáttmáli gav Íslandi fullveldi, men ásetti samstundis felagsmál við Danmark og ásetti neyvar treytir fyri samstarvinum landanna millum.

Við hesum fordømi og við atliti til søguligu gongdina undir Heimastýrislógini verður hildið, at tað er ein gongd leið at gera ein samstarvssáttmála við Danmark. Heimastýrislógin tilskilar, at ávíst lóggávuvald og útinnandi vald er flutt frá ríkismyndugleikunum til føroyska heimastýrið. Ætlan landsstýrisins vendir hesum við. Evsta valdið yvir Føroyum fer at liggja hjá føroyskum myndugleikum. Í eini skiftisstíð kunnu málsøki leggjast til donsku ríkisstjórnina at umsita, og avtalur kunnu gerast um felagsmál og framtíðar samstarv.

Eftir hesum leisti er møguligt at tryggja Føroyum fult politiskt sjálvræði og ábyrgd, og samstundis tryggja eina tillaging, sum gevur føroyska samfelagnum møguleika at byggja egnar skipanir upp á øllum økjum og at grunda ein sjálvstøðugan, burðardyggan føroyskan búskap.

Í avtaluni millum donsku stjórnina og landsstýrið frá 10. juni í 1998 er ásett í grein 9, at danska stjórnin er til reiðar at samráðast um eina nýggja skipan á tí grundarlagi, at Føroyar gerast fullveldi. Harumframt eru stjórnin og landsstýrið samd um at samráðast um eina skiftisskipan, sum eisini fevnir um eina búskaparliga skiftisskipan, ið hevur til endamáls, at Føroyar gerast búskaparliga sjálvbjargnar.

Sostatt er eitt greitt politiskt grundarlag lagt fyri eini skilagóðari samráðingarloysn.


Viðmerkingar um búskaparlig/fíggjarlig viðurskifti

Tað er greitt, at búskaparligu og fíggjarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark hava alstóran týdning fyri nýggja samstarvssáttmálan.

Tí má týdningurin av ríkisstuðlinum í føroyska búskapinum greinast gjølla. Metast skal um, hvørjar avleiðingar ein minkandi heildarveiting fær fyri landsbúskapin og landskassainntøkurnar, og hvat krevst í føroyska framleiðslu- og inntøkugrundarlagnum, um Føroyar skulu gerast sjálvbjargnar og veita sínum borgarum tær tænastur, sum eitt nútímans vælferðarsamfelag hevur.

Afturat árliga ríkisstuðlinum (heildarveitingini) vera útreiðslur hjá ríkiskassanum til stovnar í Føroyum og til núverandi felagsmál. Hetta skal greinast í hvørjum einstøkum føri, og ætlanir skulu gerast fyri, hvussu føroyskar skipanir kunnu byggjast upp og fíggjast á ymsu økjunum.

Umframt at vera grundarlag undir samráðingum við donsku stjórnina, gerst hetta tilfar støði undir politiska kjakinum í Føroyum um, hvussu samfelagið skal skipast frameftir.


Viðmerkingar um samstarvssáttmála

Í samgonguskjalinum er avtalað, at nýggi sáttmálin kann fevna um felags kongshús, felags gjaldoyra og felags ríkisborgararættindi hjá donskum og føroyskum ríkisborgarum. Tað merkir, at Føroyar og Danmark vera í einum felagsskapi, har ávís søgulig, búskaparlig og persónlig bond verða varðveidd millum tjóðirnar.

Søguliga hava føroyingar verið beinleiðis undir danska kongshúsinum síðani 1661/62, og danska kongshúsið ber uttan iva við kensluligar røtur hjá nógvum føroyingum. Skipanin við felags ríkjaleiðara í londum við fólkaræðiligum fullveldi er væl kend aðrastaðni í heiminum, og slíka skipan høvdu Ísland og Danmark millum 1918 og 1944. Við føroyskum fullveldi er hetta ein spurningur, sum Føroya fólk kann taka støðu til fyri seg.

Gjaldoyraviðurskiftini eru eitt øki, sum hevur stóran týdning í búskapar- og fíggjarpolitikkinum og, sum krevur neyv stýringsamboð og skipanir. At vera knýttur at danska gjaldoyranum gevur bæði fyrimunir og vansar. Danska gjaldoyrað er beinleiðis knýtt at gjaldoyraviðurskiftunum í ES-londunum. Tað peningapolitiska veðurlagið, sum hóskar í Danmark (og ES), er ikki altíð Føroyum til vildar. Sterka danska krónan hevur seinnu árini verið ein trupulleiki hjá pørtum av útflutningsvinnuni. Hinvegin eru Føroyar neyvan til reiðar at skipa fyri egnum gjaldoyra, áðrenn grundleggjandi spurningar í føroyska búskapinum hava funnið eina nýggja legu, og búskapurin yvirhøvur er vorðin meira sjálvberandi. Tí er helst rættast at miða eftir eini skipan við felags gjaldoyra millum Danmark og Føroyar.

Í sambandi við sáttmálan má føroyskur heimarættur staðfestast, sum eisini verður grundlógarfestur. Føroyingar og danir hava gjøgnum árini búsett seg hvør hjá øðrum, hava nomið somu rættindir og skyldur, og familjubond knýta tjóðirnar saman. Eisini er at nevna, at bæði Føroyar og Danmark eru bundin av fleiri norðurlanda sáttmálum, sum áseta sínámillum rættindi hjá borgarum í hesum londum. Sáttmálin eigur tí at fevna um eina skipan, ið tryggjar føroyskum og donskum ríkisborgarum javnbjóðis rættindi hvør hjá øðrum.

Tað er somuleiðis greitt, at Føroyar mugu samstarva við onnur lond um tær tænastur, sum krevjast í einum nútíðar samfelagi. Tí má sáttmálin fevna um framhaldandi samstarv við Danmark, eitt nú í útbúgvingarmálum, heilsumálum, uttanríkismálum og í rættarmálum. Harafturat má spurningurin um verju og tilbúgving viðgerast.

Sáttmálin eigur at vera tíðarbundin, so hann skal takast upp til viðgerðar eftir ávíst áramál og hann eigur at hava ásetingar um, hvussu hann kann sigast upp eftir ávísum reglum, og hvussu samstarvið á teimum ymsu økjunum kann broytast og endurskoðast.

Til tess at fremja hesa ætlan, er eitt nærlagt og stórt fyrireikingararbeiði neyðugt. Miðfyrisitingin skal leggja nógva orku í fyrireikingarnar og ætlanin skal metast í mun til avleiðingarnar fyri øll málsøki.

Landsstýrið fer at leggja eina frágreiðing um fyrireikingarnar fyri tingið til aðalorðaskiftis seinni í tingsetuni.

Við hesum verður mælt til at samtykkja uppskotið.



(Uppskotið sæst eisini á heimasíðuni hjá Løgtinginum: www.logting.fo)