Í Íslandi er tingmanningin hjá Sjálfstæðisflokkinum í øðini um, at ein meiriluti av Altinginum hevur samtykt at seta fyrrverandi forsætisráðharran Geir Haarde fyri ein ríkisrætt fyri at hava misrøkt sínar skyldur í sambandi við bankakreppuna.
Allir teir 16 tinglimirnir hjá Sjálfstæðisflokkinum atkvøddu ímóti uppskotinum um at seta fyrrverandi floksformannin fyri ríkisrætt. Tað sama gjørdu 11 tingmenn hjá Samfylkingini og tríggir hjá Framsóknarflokkinum.
Men níggju tingmenn hjá Samfylkingini og seks hjá Framsóknarflokkinum tóku undir við at seta Haarde fyri ríkisrættin, og tað hevur fingð øði í tingmanningina hjá Sjálfstæðisflokkinum.
Sambært Morgunblaðnum hava fleiri tingmenn hjá flokkinum gjørt greitt, at atkvøðugreiðslan í Altinginum fer at ávirka samstarvsmøguleikarnar millum Sjálfstæðisflokkin og hinar báðar flokkarnar í framtíðini.
Ein tingnevnd hevði skotið upp at seta fýra fyrrverandi ráðharrar fyri ríkisrætt í sambandi við banka- og fíggjarkreppuna, men atkvøðugreiðslan endaði við, at bara Geir Haarde skal fyri rættin. Tað er Sjálfstæðisflokkurin sera misnøgdur við.