Ríkissjúkrahúsið er neyvan besta og rætta viðgerðarstaðið fyri allar sjúkur

- Sum mannagongdin er, verða sjúklingar, sum fyrst einaferð eru sendir á
Ríkissjúkrahúsið, innkallaðir aftur ár eftir ár og hava nærum einki við føroyska sjúkrahúsverkið at gera. Hetta verður gjørt, hóast talan er um ambulantar kanningar, sum eins væl kundu verið gjørdar í Føroyum, sigur Rúna Sivertsen, løgtingskvinna.

Sjúkuviðgerð
Rúna Sivertsen, løgtingskvinna, hevur sett Bill Justinussen, landsstýrismanni, fýra skrivligar fyrispurningar um viðgerð av sjúklingum uttanlands.
 Spurningarnir vórðu bornir niðan í tingið týsdagin, og í gjár skuldi løgtingið atkvøða um, hvørt landsstýrismaðurin skuldi svara spurningunum hjá løgtingskvinnuni.
 Í fyrsta lagi spyr Rúna, um landsstýrismaðurin hevur trygd fyri, at tær eftirkanningar, sum Ríkissjúkrahúsið kallar inn til, veruliga  eru neyðugar og bara kunnu gerast á Ríkissjúkrahúsinum.
 Í øðrum lagi spyr hon, hvat eftirlit er við, at mest møguligt fæst fyri peningin, sum heilsuverkið rindar Ríkissjúkrahúsinum.
Í triðja lagi vil hon hava at vita, nær føroyskir sjúklingar fara at verða sendir til bestu viðgerðarstøð í heiminum.
Í fjórða lagi verður spurt, um Almanna-og Heilsumálastýrið hevur gjørt kostnaðar-og nyttukanningar av sjúkuviðgerðum, ið neyðugar eru at gera uttanlands.
 
Ár um ár
Í viðmerkingum sínum til fyrispurningarnar, vísir Rúna Sivertsen á, at tá ið sjúklingar verða sendir til viðgerðar á Ríkissjúkrahúsinum, verður hetta gjørt eftir tilmæli frá einum yvirlækna. Síðan rindar føroyska heilsuverkið kostnaðin av viðgerðini.
- Sum mannagongdin er, verða sjúklingar, sum fyrst einaferð eru sendir á
Ríkissjúkrahúsið, innkallingar frá RS ár eftir ár og hava nærum einki við føroyska sjúkrahúsverkið at gera.  Hóast talan er um ambulantar kanningar, sum eins væl kundu verið gjørdar í Føroyum, verða sjúklingar áhaldandi sendir niður á Ríkissjúkrahúsið. 
Løgtingskvinnan sigur seg ivast í, um føroyska heilsuverkið hevur neyðugu
trygdina fyri, at hetta altíð er besta loysnin, bæði tá ið tað snýr seg um viðgerð og prísin fyri tænastuna.
- Ríkissjúkrahúsið hevur stóran serkunnleika, men er neyvan besta og rætta
viðgerðarstaðið fyri allar sjúkur.  Hóast hetta, hava vit bert avtalu um at senda sjúklingar hagar.
 Rúna heldur, at vit óivað høvdu fingið eina betri tænastu og meira fyri peningin, um støða í hvørjum einstøkum føri varð tikin til, hvar best hóskandi viðgerðarstaðið er.
- Men ein slík meting kann best takast út frá eini kostnaðar-og nyttugreining, leggur hon aftrat.
 
Hugsa longur
Í viðmerkingum sínum, vísir løgtingskvinnan á, at tað er serstakliga kostnaðarmikið at senda fólk av landinum til viðgerðar, tí umframt sjálva viðgerðina, kemur kostnaðurin av ferðaútreiðslum og vistarhaldi á Hotel Tórshavn.
- Tí er alneyðugt, at eftirlit er við, hvussu vit fáa mest fyri peningin, sum vit í dag rinda til Ríkissjúkrahúsið ? og í framtíðini vónandi eisini til onnur sjúkrahús.
 Hon heldur, at tað, sum hevur allarstørsta týdning, er, at føroyskir sjúklingar í framtíðini verða sendir til tey sjúkrahús í heiminum, har sakkunnleikin í hvørjum einstøkum føri er størstur.
- Við teimum samskiftismøguleikum, vit hava í dag, skuldi einki verið til
hindurs fyri, at vit hugsa longur enn til Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn, sigur Rúna Sivertsen, løgtingskvinna, at enda.