Eini ung hjún í Havn ættleiddu í fjør ein drong úr Etiopa. Drongurin æt Markus.
Tríggjar mánaðir seinni varð góðkenningin av hjúnum sum ættleiðingarforeldur tikin frá teimum, og drongurin varð tikin frá teimum.
Foreldrini vildu ikki góðtaka hetta, og tey kærdu tí til Fólkatingsins umboðsmann.
Umboðsmaðurin svaraði beinanvegin, at hann ikki fór at kanna avgerðina um at afturkalla góðkenningina sum ættleiðingarforeldur, tí hann helt seg ikki kunna hjálpa foreldrunum at fáa barnið aftur.
Hinvegin játtaði hann at kanna málsgongdina og um rætt var atborið, tá ið myndugleikarnir tóku barnið frá hjúnunum.
Umboðsmaðurin sigur, at hann ikki kann finnast at Ríkisumboðnum. Hann nevnir ein fund, sum var millum Ríkisumboðið og foreldrini, men partarnir vóru so ósamdir um, hvat kom fram á fundinum, og umboðsmaðurin sá seg ikki føran fyri at taka dagar ímillum tær ymisku frágreiðingarnar.
Hann sigur eisini, at hann einki hevur at finnast at myndugleikunum, tá ið teir tóku barnið frá hjúnunum.
Mamman, sum ættleiddi drongin, veit enn ikki, um hon heldur aðrar møguleikar vera at royn at fáa drongin aftur.