Turkaland er í EM-hálvfinaluni. Tað er greitt, eftir at teir í kvøld hava sent Kroatia úr kappingini eftir brotssparkskapping.
Einki mál kom teir fyrstu 90 minuttirnar, hóast Kroatia hevði greiða leikliga yvirvág. Og leingi bendi alt eisini á, at umdysturin skuldi enda málleysur.
Men eftir 119 fór turkiski málverjin, Rustu Recber, ein ordans skógtúr, og so kundi Ivan Klasnic skora tað, sum líktist sigursmálinum.
Kroatar høvdu tó ikki tikið við læru av tí, sum Turkaland hevur víst í kappingini. Og enn einaferð gjørdu turkarnir tað ógjørliga.
Semi Senturk bankaði nevnliga bóltin í kassan við seinasta sparkinum av longdu leiktíðini, og so skuldu brotsspørk til.
Málið frá Senturk hevði sjálvandi sent lagið á kroatum í botn, og teir prógvaðu eisini hetta við at misnýta trý av fyrstu fýra brotsspørkunum, og so var Rustu brádliga stóra hetjan hjá Turkalandi, sum fyri fyrstu ferð hevur vunnið seg fram til eina EM-hálvfinalu.