Rækjuflotin bløðir út

Líkt er ikki til, at samgongan vil semjast um á ein ella annan hátt at veita rækjuflotanum eina hjálpandi og tiltrongda hond

Sambært úttalilsum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard, hevur Fólkaflokkurin flutt seg og vil verða við til at bjarga rækjuflotanum. Men tað vil Tjóðveldisflokkurin eftir øllum at døma ikki. Formaður floksins, Høgni Hoydal, sigur seg stúra fyri, at vit - við at føra studning innaftur í vinnuna - kunnu enda aftur har, vit vóru í áttatiárunum.
Sambandsflokkurin hevur skotið upp eina FAS-skipan til rækjuflotan, og hetta er ein tanki, sum Felagið Rækjuskip áður hevur ført fram sum eina ávegis hjálp. Felagið hevur eisini skotið upp, at rækjuflotin fær stuðul til olju og flutning
Men enn er einki hent, og líkt er neyvan til, at nakað fer at henda í bræði, so leingi semja ikki er um at veita rækjuflotanum ein fløva.

Merkist týðiliga

Seinastu árini er flotin nógv minkaður, og alt bendir á, at hann fer at minka uppaftur meira.
Arctic Viking fer undir útlendskt flagg, og stoltleikin hjá leirvíkingum, Hvilvtenni, er eisini væntandi út av landinum.
Á Rækjuvirkinum á Oyri merkja tey týðiliga, at rækjuflotin er minkaður. Í fjør lá virkið, sum annars plagar at hava nóg mikið at gera alt árið, stilt í fýra mánaðir.
Føroysku rækjurnar eru grundarlagið undir virkinum, tí 20% tollur er á øllum øðrum rækjum enn teimum føroysku, og tá hongur framleiðslan ikki saman.
Í næstum verða samráðingar við ES um tollviðurskiftini, og tá ið hesar eru lidnar, fæst at vita, um tollurin á eitt nú útlendskum rækjum verður tikin burtur.

Rættindini

Missa vit rækjuflotan av hondum, er vandi fyri, at vit eisini missa tey søguligu rættindi, sum vit hava vunnið okkum gjøgnum fleiri ár, eitt nú fiskidagarnar á Flemmish Kap.
Tað kann tykjast undarligt, at eingin "reyð" pera er farin at lýsa hjá ráðandi myndugleikunum í Føroyum, nú okkara áður so stolti rækjufloti tódnar í hvørjum.
Hvat tann parturin av politiska meirilutanum, sum er ímóti at veita rækjuflotanum stuðul, hugsar sær við hesi bløðandi vinnu, er ilt at meta um. Hinvegin áttu fáir flokkar at kent støðuna hjá flotanum betur enn Tjóðveldisflokkurin, tí bæði Torbjørn Jacobsen og Niclái Petersen standa hesi vinnu nær.
At avvísingin at stuðla flotanum hevur sínar røtur afturi í áttatiárunum, tykist sum undarførsla. Í dag er ein onnur tíð, og tað man vera rættiliga óhugsandi, at vit enda aftur í somu støðu sum tá.
Tað hevur neyvan nakar føroyingur minsta áhuga í.

Í sandin

Tað kann ikki vera annað rætt at hyggja uppá viðurskiftini hjá eini stórari vinnu, sum er í kreppu ? heldur enn at stinga høvdið í sandin og siga: Kortanei til stuðul!
Stuðul kann so avgjørt vera hjálp til sjálvhjálp.
Í løtuni er ógjørligt at spáa um, hvør lagnan hjá okkara rækjuskipaflota verður.