Røkke hevur nóg mikið at selja burturav

Kjell Inge Røkke er komin í trupulleikar, tí hann hevur ikki ráð at gjalda eitt lán, sum fellur til gjaldingar týsdagin. Men norskir fjølmiðlar halda, at hann kann selja burtur av sínum marglætisíløgum.

Tað er fyritøkan Orkla, sum eigur 600 milliónir krónur til góðar hjá felagnum Norway Seafoods, sum Kjell Inge Røkke eigur, og pengarnar skal hann gjalda týsdagin, sigur felagið. Men tað hevur Røkke ikki ráð til, og Orkla hevur tí hótt við at fara eftir privatu ognum hansara.

Og har skuldi verið nóg mikið at taka av. Blaðið Nordlys mælir Røkke til at selja burtur av ognunum, tí so fær hann lættliga goldið lánið. Hann kann eitt nú selja stuttleikaskipið "Reverie", sum hann fyrr hevur roynt at selja fyri 460 milliónir krónur. Í 1999 keypti Røkke eitt flogfar av slagnum Boeing 737 fyri 350 milliónir krónur, og í fjør keypti hann aftur eitt flogfar, eitt Cessna 550, fyri 40 milliónir krónur. Og so er tað marglætishúsið í Stølslia, sum kostaði Røkke 100 milliónir krónur at byggja.